Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Politiið var til staðar á Tórsfest í Havn í gjár og har bleiv staðfest, at loyvishavarar ikki altíð taka reglurnar um 18 ára aldursmark so hátíðarliga, tá skonkt verður.

Vakthavandi á politistøðini greiðir frá, at politiið plagar at vera til staðar til slík tiltøk í vanligum klæðum, sivilklødd, og eygleiða hvussu skonkt verður.

- Í tveimum førum kundu vit staðfesta, at tey sum seldu ikki vóru nóg ansin viðvíkjandi aldursmarkinum. ´

Hann sigur, at í hesum báðum førunum bleiv tað steðgað. Men tað er neyvan alt, sum politiið sær.

Tað kann fáa avleiðingar fyri tann, sum hevur skonkiloyvi, um treytirnar fyri at hava loyvið ikki verða fylgdar.

Annars var tað sera friðarligt í býnum, sigur vakthavandi.

Tvey mál um rúsdrekkakoyring eru skrivað seinasta samdøgrið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo