Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 52-106/2023 eftir § 52 a í tingskipanini um at tryggja fólki við menningartarni javnstøðu, frá Liljan Weihe, løgtingskvinnu

Spurningarnir vóru soljóðandi:
1. Hvør er miðal livialdurin hjá føroyingum við menningartarni samanborið við miðal livialdurin hjá føroyingum annars?

2. Hava heilsu- og almannaverkið sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at fyribyrgja ójavnstøðu í miðal livialdrinum hjá føroyingum við menningartarni og føroyingum annars?

3. Hvussu kunnu vit tryggja, at fólk við menningartarni fáa neyðuga hjálp og stuðul frá heilsu- og almannaverki og minka um munin í livialdri og harvið tryggja javnstøðu á økinum?

Svar:
Til spurning 1

Heilsumálaráðið er ikki vitandi um kanningar, har miðal livialdurin hjá føroyingum við menningartarni er samanborðin við miðal livialdurin hjá føroyingum annars. Tí vita vit ikki, hvør støðan í Føroyum er hesum viðvíkjandi.

Til spurning 2
Orsøkirnar til menningartarn eru ymiskar, t.d. viðføddar sjúkur, ymisk syndrom, skaði undir føðing ella skaði seinni í lívinum. Alt eftir hvat barnið/persónurin feilar, verður sambært Sjúkrahúsverkinum ein neyv útgreiningarætlan og ein kanningarætlan gjørd.

Barnið verður vanliga fylgt neyvt á tí deild í Sjúkrahúsverkinum, sum barnið er knýtt at. Til dømis verður eitt barn við Downs syndrom knýtt at barnadeildini. Fráboðan verður send til Sernám og Almannaverkið, at har er ein sjúklingur við serligum tørvi. Fyri at fyribyrgja ymiskar sjúkur, gongur barnið javnan til kontroll á tí deild, sum barnið er knýtt at, og tvørfakligt samstarv verður skipað eftir tí tørvi, sum talan er um.

Er menningartarnið álvarsamt, og er barnið knýtt at barnadeildini, er vanligt at hava opna innleggjan. Tað merkir, at foreldrini kunnu seta seg í samband við barnadeildina alt samdøgrið, um tørvur er á tí.

Ávísir sjúklingabólkar fáa eisini tilboð um eyka koppsetingar.

Annars fylgir heilsuverkið teimum mannagongdum og leiðreglum, sum eru galdandi á økinum, og sum eisini eru vanligar í okkara grannalondum.

Til spurning 3
Arbeitt verður í løtuni við eini ætlan um at kunna veita borgarum enn fleiri tilboð um heilsutænastur í nærumhvørvinum. Í hesum sambandi verður eitt lógaruppskot orðað, sum eftir ætlan verður lagt fram í Løgtinginum í heyst. Málbólkurin er serliga eldri borgarar, borgarar við varandi sjúkum, borgarar við menningartarni og serligum tørvi. Fyri hesar bólkar er tað av størsta týdningi, at teir hava skjóta og lætta atgongd til tær heilsutænastur, sum teimum tørvar. Serliga hjá borgarum við menningartarni, varandi sjúkum og eldri fólki er tað týdningarmikið, at heilsutilboðini, sum tey hava brúk fyri, kunnu veitast teimum lætt, ómakaleyst og helst í nærumhvørvi teirra. Hetta virkar ikki nóg væl undir verandi skipanum, tí ov fá tilboð kunnu verða veitt í nærumhvørvinum hjá borgarunum. Tørvur er á at tillaga heilsuøkið, so tað bæði ber til at veita fleiri heilsutilboð kring landið, umframt í størri mun at kunna flyta viðgerðir frá sjúkrahúsunum til heilsumiðstøðir í nærumhvørvinum hjá borgarunum.

Kanningar aðrastaðni vísa, at borgarar við menningartarni koma seint til lækna og luttaka í minni mun í fyribyrgjandi heilsukanningum enn onnur. Tí hevur tað týdning at tryggja betri atkomu til heilsutænastur í nærumhvørvi teirra. Víst verður eisini í hesum sambandi til ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, sum bera brek. Sambært sáttmálanum skulu limalondini taka øll hóskandi stig til at tryggja fólki, sum bera brek, atgongd til heilsutænastur, sum skulu veitast borgarum í nærumhvørvinum. Landsstýriskvinnan metir, at við at skipa heilsuøkir við heilsumiðstøðum kring landið, kunnu mennast betri karmar fyri at veita heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð fyri tann málbólkin, ið hevur menningartarn. Møguleiki verður eisini fyri at skipa tilboðið á slíkan hátt, at heilsumiðstøðirnar hava tætt samstarv við sambýlir og búfelagsskapir í nærumhvørvinum, soleiðis at arbeitt verður við heilsufremjandi og fyribyrgjandi átøkum fyri hendan málbólkin.

Harumframt hevur landsstýriskvinnan í samsvari við samgonguskjalið gjørt av at fara undir at orða ein heilsupolitik, t.e. ein samlaðan politikk fyri heilsutænasturnar, ið verða veittar í Føroyum og heilsuøkið sum heild. Tilgongdin at orða politikkin skal vera eitt høvi at hugsa um framtíðina við tí úrsliti, at øll – borgarar, fakfólk, myndugleikar og politikkarar – hava eina felags fatan av, hvørjum miðað verður eftir, umframt at taka støðu til, hvørjar raðfestingar eru neyðugar á heilsuøkinum í framtíðini.

Politikkurin skal hava sum ovasta mál, at allir borgarar sum longst varðveita sálarliga, kropsliga og sosiala vælveru, og at røtt og dygdargóð viðgerð verður veitt, tá hon krevst. Í hesum sambandi skulu atlit eisini takast til fólk við menningartarni.

Heilsumálaráðið, 5. apríl 2024
Margit Stórá
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo