Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Vinnuháskúlin: Avtala er nú gjørd millum Navigare Shipping og Vinnuháskúlan um, at skipini hjá Navigare Shipping framyvir kunnnu vera starvsvenjingarstað hjá aspirantum á Vinnuháskúlanum.

Áður hevur Vinnuháskúlin góðkent Smyril Line, Skansi Offshore, Thor, Bakkafrost, Strandferðsluna/Smyril, VØRN/Brymil, Havstovuna/Jákup Sverra og TORM sum útbúgvingarstað fyri aspirantar á sjónum og MEST, KSS, KJ Hydraulikk og SEV sum starvsvenjingarstað  hjá maskinmeistaraaspirantum á landi.

Við avtaluni við Navigare Shipping legst afturat møguleiki hjá aspirantlesandi at fáa dygdargóða siglingstíð.

Aspirantkunngerðin bleiv lýst í 2015, og gevur hon teim lesandi á Vinnuháskúlanum millum annað møguleika at fáa siglingstíð til fyrsta vinnubrævið, undir lesnaðinum, eins og kent er frá útlondum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo