Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í morgin, 26. mai, verður danmarksmeistaraheitið í íverksetan fyri skúlaungdóm, og fyri fyrstu ferð er ein føroyskur bólkur við í kappingini. 

Tað er bólkurin Trekk av Skúlatrøð í Klaksvík. Fyrr í ár gjørdist tað greitt, at bólkurin Trekk, ið vann SkúlaFM 2020, kom víðari til sjálva DM finaluna. Trekk er harvið millum 24 tey bestu liðini í danska kongaríkinum. 

Tað er Fonden for Entreprenørskab ið skipar fyri DM í íverksetan, og í ár hava fleiri enn 1.600 næmingar luttikið í kappingini. 

Næmingarnir handan Trekk eru Tórálvur Brestisson, Rói Sørensen, Emilia Rasmussen, Kristina Hansen og Karl Andreassen, og ganga tey í 10. flokki á Skúlatrøð í Klaksvík.

Tey hava ment ymiskar spennandi vørur úr tara - taradressing, tararasp, tarakryddlaka og tarasalt.

Upprunaliga skuldi DM kappingin vera í Kolding, men vegna koronasmittuna verður kappingin í ár stroymd. Hetta gevur øllum áhugaðum møguleika at fylgja við kappingini á netinum.

Tað er kendi sjónvarpsverturin Camilla Ottosen ið kemur at leiða hyggjararnar ígjøgnum skránna, og dagurin byrjar kl. 08:30, í morgin.  

Trekk er flokkaður í bólkin Viden og Verden.

Tað ber til at fylgja við kappingini her

Les meira um kappingina her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo