Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá vit inniliga syngja tjóðsangin “Tú altfagra land MÍTT” ella “Land MÍTT har grasið í líðum grør” og aðrar føðilandssangir, er tað trupult fyri okkum at viðurkenna, at tað ikki eru vit, men danir, ið eiga landið!

Men at danir eiga oyggjarnar, har vit búgva, er eitt faktum! Tí Danmark eigur undirgrundina, Danmark eigur oyggjarnar, ið standa á undirgrundini, einsvæl og sjóøkið kring og lufthavið yvir oyggjum og sjógvi!

Víst er føroyska tjóðin ein egin tjóð, men hon er eisini ein egin tjóð uttan egið heimland!

Dømi um, at so er, er m.a. sokallaða yvirtøkan av undirgrundini. Í næstan seytjan ár samráddust føroyingar við danir um yvirtøku av undirgrundini og tí, sum í henni er.

Og hvørjum endaði tað við? Jú, endin varð, at føroysku mynduleikarnir “allernådigst”, vegna danir, sleppa at fyrisita møgulig ráevni í undirgrundini! Undirgrundin sjálv og alt yvir henni er framvegis donsk ogn og undir donskum yvirræði!

Meðan Sambandsflokkurin fer til val at styrkja hesa støðu dana og helst gera hana óbroytiliga, eru vit mong, ið halda viðurskiftini vera púrasta óhóskandi, og tí vilja hava tey broytt - vend á høvdið - sum skjótast!

Føroyskur ognarrættur til egið land (og tað heldur enn møguligar smávegis yvirtøkur) eigur at gerast meginmál í føroyskum politikki.

Vit kunnu saktans - meðan blokkurin stigvíst verður burturbeindur - fyribils lata danir ráða yvir ávísum málsøkjum, so sum dómsvaldi og løgreglu ella at fyrisita okkara uttanríkis- og verjumálum, og soleiðis stórt sæð lata galdandi skipan verða óbroytta ávísa tíð frameftir!

Men ognarrætturin til landið má nú staðfestast í altjóða (t.d. ST) høpi!

Áhugavert verður at síggja samgonguskjalið millum Framsókn - ið hevur buktina og báðar endarnar - Javnaðar- og Sambandsflokkin, við atliti at føroyskum ognarrætti til oyggjarnar og sjálvræðismálum annars!

Svend Aage Ellefsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo