Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Frá um leið 1. juli til um leið 15. september 2023 verður ein bátur smíðaður á Steig í Sandavági. Tó verður steðgur í í viku 30, um ólavsøkumundi. Smíðað verður á fløtuni millum húsini hjá Hergeiri Christiansen og húsini hjá Sandavágs Bygdarsavnið/Suðuroyar-Dánjal, sí myndina. Har plagdi Einar Hentze, bátasmiður, at smíða bátar.

Tað verður “opið” mánadagar og fríggjadagar frá kl. 14:00 til 16:00, har møguligt er at fáa frágreiðing frá bátasmiðinum. Aðrar dagar er eisini møguligt at hyggja at ímeðan hann arbeiðir, men tá skal ikki roknast við at fáa frágreiðing.

Plakatir við kunningartilfari um bát og bátasmíð vera settar upp og bóklingur við sama kunningartilfari á føroyskum, donskum og enskum, verður at fáa til keyps fyri 100 krónur, einans kontant søla.

Ætlanin er, at fólk skulu síggja, hvussu bátur varð smíðaður. T. d. bygdarfólkið, fólk í oynni, skúlaflokkar, ferðafólk, og annars øll, sum hava áhuga.

Bátasmíð er gamalt føroyskt handverk og gomul mentan, sum vit eiga at varðveita. Báturin hevði og hevur stóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hann varð mest nýttur til útróður, eisini varð hann nýttur til grindarakstur og grindadráp, nótakast, kópaveiðu og fuglaveiðu, at føra fólk, torv, seyð og hoyggj, at fiska gággur og annað.

Terji R. Jakobsen, bátasmiður í Kollafirði, fer at smíða bátin. Hann er dugnaligur bátasmiður, hevur smíðað 50 bátar.

Greitt verður frá, meðan smíðað verður, so at fólk fáa at vita, hvussu bátur verður smíðaður.

Sandavágs Bygdarsavn/Sandavágs Fornminnafelag skipar fyri verkætlanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo