Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSF: Tað var eitt stórt fet rætta vegin fyri kvinnufótbóltin, tá Smyril Line í 2018 gjørdist høvuðsstuðul hjá A-landsliðnum við kvinnum, og við nýggju avtaluni heldur fyritøkan fram sum stuðulsleikari hjá kvinnunum komandi fýra árini.

– Vit hava verið glað og errin um okkara leiklut í at tryggja kvinnulandsliðnum betri umstøður, og samstundis síggja vit stórar møguleikar fyri framhaldandi menning við øllum tí, sum gongur fyri seg í kvinnufótbóltinum í løtuni. Tí menningini ynskja vit sjálvandi at vera ein partur av, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri hjá Smyril Line við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.

Avtalan við Smyril Line hevur eisini stóran týdning fyri Fótbóltssambandið, tí tað er við til at skapa tryggar karmar um kvinnulandsliðið.

– Tað henda nógv stór og spennandi ting á okkara kvinnusíðu beint nú. Vit hava júst nú á fyrsta sinni sett ein landsliðsvenjara til kvinnurnar fulla tíð, og vit arbeiða eisini við einari størri heildarætlan fyri kvinnur í fótbólti. Fyri okkum er tað tí gleðiligt, at Smyril Line vil vera partur av hesari framgongdini, sigur Kristin Dam Ziska, varaaðalskrivari í FSF.

A-landsliðið hjá kvinnum savnast á venjingarlegu seinni í februar, eftir hetta eru venjingardystir á skránni í apríl, og í heyst verður farið undir undankappingina til HM 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo