Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í steinøld um legubálið ræddu spámenn, vølvur og heksadoktarar síni skinnkløddu bygdarfólk til lýdni við at ‘verja’ tey móti duldum, óndum kreftum í myrka skóginum.

Í miðøld livdi 1/3 av fólkinum trygt innan kirkju- og kleysturmúrar av at ræða lívið úr tí fávitskutu fjøldini uttanfyri við svávul, eldi, dómi og deyða, til tey guldu og aktaðu.

Nú skal lívlong bóklig útbúgving tryggja fjøldina ímóti at trúgva hvørjum sum helst.

Men tað ber heldur ikki til í dag, tíverri tvørturímóti. Øll boyggja nakka og gjalda.

Nú liva miljónir av ‘granskarum’ og ‘vísindafólki’, fødd og gødd av skattapengum, av at ræða øll við veðrinum 100 ár fram.

Jú meiri fjølmentir dagsins akademisku spámenn, vølvur og falsprofetar verða, jú meiri kosta tey, og jú meiri ‘lyft’ mugu teir ‘veikastu’ inntøkubólkarnir fáa.

Vesturlendskir politikarar hava oyst út 1000-tals mia € og $ til skiftið frá ‘svartari’ til ‘grøna’ orku, til vind, sól o.a. óálítandi og dýrari orkukeldur.

Nú eru flestu Vestanlond komin í neyð og noyðast at skifta aftur til álítandi kolvetni.

60 ár av skeivum veðurspádómum
Tað løgna er, at ikki ein forsøgn um klimatiskan dómadag farnu 60 árini er gingin út.

Í flestu førum krevja vit prógv fyri flestu uppáhald. Men als ikki, tá um klima ræður.

Her er ein listi yvir ørvitis spádómar um veðurvanlukkur, sum okkara akademisku vølvur, shamanar og heksadoktarar ómótsagt hava rætt okkum við í yvir hálva øld:

Tey fyrstu 10-árini ræddu tey okkum mest við kulda, yvirfólking og mattroti.

1. 1960: Heimsins fólkatal veksur, til tey flestu doyggja í hungri frá 1975.
2. 1969: Fólkavøkstur, svartideyði, dálking, Bretlands undirgangur síðst í 20. øld.
3. 1970: Nýggj ístíð ár 2000.
4. 1970: Drekkivatn skamtað frá 1974 og matur frá 1980.
5. 1971: Nýggj ístíð áðrenn 2010 ella 2020.
6. 1972: Alt gull, tin, olja, gass, kopar og alumin verður uppi áðrenn 2000.
7. 1972: Nýggj ístíð áðrenn 2070
8. 1970: Øll heimshøv deyð og oyðin í 1980.
9. 1974: Satelittmyndir vísa, at nýggj ístíð nærkast skjótt.
10. 1975: Nýggj ístíð rakar áðrenn 10 ár.
11. 1974: Ozonlagið tynnist og hóttir menniskju, tí sólin kolar húðina upp.
12. 1975: Heimurin kólnar, og hungursneyð hóttir mannaættina.
13. 1980: Sýruregn drepur alt plantulív og lív í innlandsvøtnum.
14. 1978: Eingin endi á øllum prógvum fyri 30-ára langari niðurkøling.
15. 1988: Heimsfevnandi og varandi skerpingur og vatnneyð frá 1990.

Hiti ræddi meiri enn kuldi
Allir hesir spádómar um heimsins dómadag av kulda útloystu ikki stórvegis játtanir av skattapeningi til okkara ‘vísindaligu’ shamanar, vølvur, falsprofetar og gyklarar.

Men síðst í 1980-unum funnu nakrir akademikarar upp á ‘globala upphiting’.

Fólk ræðast meiri útlitið at kóka enn at kólna í hel, og hitahóttanin fekk politikarar at opna vesturlendskar statskassar til at keypa atkvøður fyri.

Skarin av ofta óneyðugum (vinnuliga ónýtiligum) og fóðurtungum, skattfíggjaðum akademikarum á hægri lærustovnum vaks til eina flóðaldu inn í 21. øld.

Tey vóru og eru góðir agitatorar og framherjar fyri vinstraflokkarnar.

(Nú hatar henda sosialistiska berman aftur jødar og stuðlar tí drápuliga Hamas).

Hesir gyklarar fingu vald, tá tey fingu alheims upphiting sum ræðsluamboð.

Vit halda fram við syndaregistaranum av teirra lívshóttandi spádómum:

16. 1988: ST ávarar, at fleiri av heimsins londum oyðast av hita í 2000.
17, 1988: Hitin í Washington, D.C. fer at seta øll met.
18. 1988: Lower Manhattan liggur undir í sjógvi í 2018.
19. 1989: Maldiv-oyggjar í Indiska havi søkka í kav áðrenn 2018
20. 1989: Vestursíðan á New York liggur undir í vatni í 2019.
21. 2000: Børn vita ikki, hvat kavi er um fá ár.
22. 2000: Kavi hoyrir skjótt fortíðini til.
23. 2000: 50 mió flóttafólk av veðurbroytingum í 2020.
24. 2002: Mannaættin hungrar, um vit ikki gevast at eta fisk, kjøt og mjólk.
25. 2004: Bretland verður sum Sibiria í 2024.
26. 2008: Norðpólurin verður ísfríur í 2018.
27. 2008: Al Gore bjóðar hægri, at Norðpólsísurin bráðnar áðrenn 2013.
28. 2009: Charles Prinsur spáár, at vit hava 96 mánaðir at bjarga heiminum.
29. 2009: Gordon Brown, PM, gevur okkum 50 dagar at bjarga heiminum.
30. 2011: Washington Post skrivar, at kirsuber fara at blóma um veturin.
31. 2013: Al Gore rættar seg sjálvan, so Norðpólurin verður ísfríur í 2015.
32. 2014: ST ávrar: Bert 500 dagar til klima-kaos.

Fólkavøkstur og ráevnatrot
33. 1968: Heimurin verður ovurfólkaður áðrenn 1990.
34. 1970: Heimsins ráevni ganga undan, og øll framleiðsla steðgar í 1990.
35. 1966: Øll olja í verðini verður uppi í 1980.
36. 1972: Heimurin verður í uppisetri fyri olju um 10 ár.
37. 1972: Orkumálaráðið í USA: allar oljukeldur verða tómar um 20 ár.
38. 1980: Peak Oil (t.e. max framleiðsla av olju) verður í 2000.
39: 1996: Peak Oil verður í 2010.
40. 2002: Peak Oil í 2020.
41. 2006: Ódnarstormar fara at herja heimin alt árið av ovurupphiting.
42. 2005: Nýggjar forsagnir: Lower Manhattan undir í vatni í 2015.
43. 1970: Allir býarbúgvar noyðast at brúka gassmaskur í 1985.
44. 1970: Kunsttøð gera alla heimsins jørð ófruktabæra í 1980.
45. 1970: Havdálking fer at oyða allan fisk í heimsins høvum í 1980.
46. 1970: Næstu 10 ár verða heimsins íbúgvar í vanda av ‘dreparabíflugum.
47. 2020: Greta Thunberg: Heimurin gongur undir í 2030. (“How dare you?”)
48. 2020: Al Gore hækkar sítt boð á fjórða sinni: Norðpólsísurin burtur í 2025.
49. 2022: John Kerry: uttan el-bilar verður heimshitin 3-5 stig hægri í 2100.
50. 2023: Guterres, ST-aðalskrivari, ávarar: Heimur ornar ikki, “hann kókar!”

Lívsmøði og deyðstráan
Hetta hysteríið er tað, ið alsamt fleiri klimagyklarar ræða støðugt fleiri fólk við, til tey kenna seg niðurboygd av lívsmøði, ja deyðstráan.

Løgið, at talið av hugsandi fólki við vanligum viti og skili eru so fáment ímóti fjøldini, ið rennur sum lemningar móti bakkatromini.

Tá ið einki av omanfyri nevndu ræðslusenarium er vorðið veruleiki, so máttu nóg nógv fólk við ávirkan steðga gyklarunum og blaka teir út og til arbeiðis.

Siga vit, at hesir 50 spádómarnir eru falslæra, merkir tað, at falslærarnir hava tapt sín 60 ára langa bardaga móti veruleikanum 0-50.

Men ímóti býttleikanum stríðast sjálvt gudarnir til fánýtis, søgdu forngrikkar.

Falslærararnir eru so frekir, at teir biðja ikki nakran halda sær til góðar.

Fólk eru so stuttmynt, at tey minnast ikki, at falslærarar mólu tey um lítlafingur í fjør.

Minnist nakar, at skattgjaldarin misti 110 mió kr í studningi til el-bilar 2022, men vit ‘spardu’ bara 0,3% í CO2-útláti?

Eydnast hesum falslærarum at binda helvt av heimsins politikarum niður og at súgva vesturlendskar statskassar tómar, so verður tað okkara kollektiva sjálvmorð.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo