Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Liljan Weihe, løgtingskvinna
Svarari: Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum
Evni: Fíggjarstøðan hjá lág- og miðalløntum

Spurningar:
1. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum arbeiðara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn uppá 20.000 kr.?

2. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum lærara í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 38.524 kr.?

3. Hvussu sær fíggjarstøðan út hjá einum støkum løgtingsfólki í Tórshavn við trimum børnum, sum hevur eina mánaðarløn á 42.875 kr.?

4. Hvørjar almannaveitingar, hjálparpakkar v.m. hava hesir bólkar rætt til? Og hvørjar eru upphæddirnar?

Viðmerkingar:
Tað er ongin ivi um, at inflatión og rentuhækkingar raka føroysku húskini – summi meira meint enn onnur. Hesum hava bæði undanfarna og verandi samgonga roynt at bast við oljuískoyti, hjálparískoyti, lønarlyftum, lønarhækkingum og skattalætta til lág- og miðallønt.

Tað er tó nakað av iva um, hvussu fíggjarliga støðan er og ikki minst verður hjá ávísum bólkum í samfelagnum. Fyri at fáa greiðu á hesum og harvið eisini kunna hjálpa teimum, ið veruliga tørva hjálp, verða hesir spurningar settir.

Á Løgtingi, 14. desember 2023
Liljan Weihe

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo