Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 52a í Tingskipanini
Spyrjari: Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna
Svarari: Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður í barna- og útbúgvingarmálum
Evni: Lógaruppskot um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál

Spurningar:
1. Nær verður lógaruppskotið um málskúla fyri føroyskt sum annaðmál lagt fram í Løgtinginum?

Viðmerkingar:
Ein týdningarmikil liður í integratiónspolitikki landsstýrisins er sambært heimasíðu Barna- og útbúgvingarmálaráðsins at skipa fyri, at borgarar, sum hava annað mál enn føroyskt sum sítt fyrstamál, fáa møguleika fyri at ogna sær hollar førleikar at samskifta á føroyskum, møguleika fyri at ogna sær holla vitan um samfelag og mentan í Føroyum, eins og møguleika at útbúgva seg innan føroysku útbúgvingarskipanina. Mett verður, at hetta er umráðandi fyri at tryggja góða integratión.

Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur gjørt eitt lógaruppskot um Málskúla fyri føroyskt sum annaðmál, sum fór til almenna hoyring í 2023. Hoyringarfreistin var 31. oktobur 2023.

Tað eru mong, sum ótolnast eftir at vita, hvussu gongur við lógaruppskotinum, so vit fáa skipaði og eins undirvísingarviðurskifti kring alt landið á hesum øki, og tí verður hesin spurningur settur.

Á løgtingi, 26. januar 2024
Súsanna Bertholdsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo