Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Skrivligur fyrispurningur eftir § 53 í Tingskipanini
Spyrjari: Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður
Svarari: Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum
Evni: Palliatión í Føroyum

Spurningar:
1. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi, tá ein sjúklingur í starvi innan tað almenna ella á privata arbeiðsmarknaðinum verður tvungin í palliativa viðgerð uttanlands?

2. Hvørjar reglur um fíggjarligan stuðul o.a. eru galdandi fyri avvarðandi?

3. Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan um betringar í verandi skipan fyri at tryggja, at sjúklingar og avvarðandi fáa eitt betri og tryggari grundarlag, tá tey noyðast av landinum?

4. Hvat verður gjørt fyri at styrkja og menna palliativa viðgerð í Føroyum - samskipan og ætlan við leiðreglum fyri økið?

5. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í Føroyum, árliga?

6. Hvussu nógvir føroyingar eru í palliativari viðgerð í útlandinum, árliga?

Viðmerkingar
Nakrir føroyskir sjúklingar koma í ta sera truplu støðu at noyðast av landinum í palliativa viðgerð. Hetta hevur m.a. við sær, at teir missa sambandið við arbeiðsmarknaðin og koma harvið at merkja stórar fíggjarligar avleiðingar o.a. - í ringasta føri noyðast at selja hús og heim, sjúklingur og avvarðandi.

Í desember 2019 handaði ein arbeiðsbólkur landsstýrismanninum í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen eitt tilmæli um palliatión í Føroyum. Høvuðsniðurstøðan hjá arbeiðsbólkinum er, at palliatión skal skipast í eini landsfevnandi tænastu, staðsett í Dronning Alexandrines Hospital á Landssjúkrahúsinum, har kommunulæknarnir og heimatænastan hava ein týdningarmiklan samskipandi leiklut í primera heilsugeiranum.

Menningin á økinum hevur ikki staðið í stað, økini hava lagt seg eftir at nema sær vitan og kunnleika innan palliativa økið - bæði í sjúkrahúsverkinum og á almennum stovnum.

Tað er ikki í lagi, at ein álvarslig búskaparlig avleiðing o.a. íkemur fyri ein sjúkling og tey avvarðandi - og kemur oman á alt tað, sum frammanundan er trupult. Tað hevur stóran týdning fyri politisku skipanina at tryggja samskipan og eina miðvísa ætlan við leiðreglum fyri økið.

Tí verður hesin fyrispurningur settur.

Á Løgtingi, 24. oktober 2023
Kaj Leo Holm Johannesen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo