Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Ert tú útbúgvin fiskifrøðingur, lívfrøðingur, verkfrøðingur, hagfrøðingur ella líknandi? Nú er eitt fjølbroytt og spennandi starv sum fiskifrøðingur leyst at søkja á Tilfeingisdeildini hjá okkum.

Starvsstaðið er á Havstovuni og umborð á havrannsóknarskipinum Jákup Sverra. Og hevur tú áhuga í at granska í tilfeinginum, so eru ríkir møguleikar í dátu­feingi­num á Havstovuni og tí stóra áhuga, sum altjóða granskingarstovnar hava í samstarvi.

Kjarnuvirksemið á Tilfeingisdeildini á Havstovuni er at gera nýggjar kanningar um fiskatilfeingi og at fylgja við gongdini í fiskastovnum, sum føroyska samfelagið hevur áhuga í.

Ert tú nærløgd/nærlagdur og forvitin, er starv á Havstovuni tað rætta til tín.

Arbeiðsøkið:
-    Tú verður fiskifrøðingur á Tilfeingisdeildini saman við sjey øðrum frøðingum.

-    Tú fert at sigla við Jákup Sverra, serliga tá yvirlitstrolingar verða gjørdar. Aðalkanningarnar á hesum túrum eru at kanna útbreiðslu, lívfrøði og vistfrøði hjá botnfiski; taltilfarið verður brúkt til stovnsmetingar og í aðrari gransking.

-    Tú fert at arbeiða við stovnsmetingum av botnfiskasløgum í toymi saman við øðrum fiskifrøðingum.

-    Tú kanst í størri og minni mun arbeiða við uttanhýsis fíggjaðum verkætlanum, sum eru knýttar at kjarnuvirkseminum á Tilfeingisdeildini.

-    Við tíðini verður ein uppgáva eisini at ráðgeva vinnu og myndug­leik­um um tilfeingi, ofta við atliti at fiskiskapi.

-    Tú eigur at rokna við, at tíðin umborð á skipi og á fundum uttan­lands tekur umleið tveir-tríggjar mánaðar spjatt yvir árið.

Setanartreytir
Tú hevur viðkomandi útbúgving innan fiskifrøði ella innan hagfrøði, lívfrøði, verkfrøði ella líknandi, og heldur at starv sum fiskifrøðingur ljóðar spennandi við útliti til sigling og stovnsmetingar.

Góð evni at samstarva og samskifta eru fortreyt í okkara granskingarumhvørvi við ymiskum virksemi og fakbólkum.

Umsøkjarar, sum hava royndir við at arbeiða við fiskifrøði, hava fyrimun.

Løn sambært sáttmála millum Akademikarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við avritum at prógvum, CV og viðkomandi skjølum skal vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 3. juni 2024 kl. 12. Umsókn skal sendast í telduposti til Havstovuna frámerkt ”Starv” á starv@hav.fo.

Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: Eydnu í Homrum, deildarleiðara, teldupost eydnap@hav.fo ella Maritu Rasmussen, stjóra, teldupost marita@hav.fo, tlf. 35 39 00.

Um Havstovuna: Á Havstovuni arbeiða vit við at granska og kenna havumhvørvið í teimum økjum, har Føroyar hava fiskiveiðuáhugamál. Havstovan hevur tí bestu vitanina um lívfrøðiliga ríkidømið, sum føroyski búskapurin stendur á.

Havstovan ráðgevur almennu myndugleikunum um m.a. fiskiskap, luttekur í fiskiveiðusamráðingum, og í altjóða og vinnuligum verkætlanum. Á Havstovuni verður granskað í øllum teimum viðurskiftum, sum hava týdning fyri livilíkindini hjá sjófeinginum kring Føroyar.

Aftrat vanliga arbeiðinum arbeiðir Havstovan við fleiri verkætlanum. Summar av hesum ger stovnurin einsamallur, meðan aðrar verða framdar í samstarvi við føroyskar ella útlendskar granskingarstovnar og/ella vinnuna. Verkætlanirnar eru oftast heilt ella partvís fíggjaðar uttan fyri Havstovuna.

Á Havstovuni arbeiða 34 starvsfólk og umborð á okkara havrannsóknarskipi Jákup Sverra arbeiða 15 sjófólk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo