Ein av teimum 17 umsøkjarunum til eitt alment starv í Kringvarpi Føroya hevur kært setanina.
Umsøkjarin sum er royndur dokumentaristur og miðlapersónur kærir um ógegni.
Í umsóknini til starv á mentanardeildini skrivaði umsøkjarin sína hugsan um summar persónar á deildini.
Hann skrivaði millum annað, at hesir nevnnevndu persónar eftir hansara tykki ikki liva upp til kvalitetskrøvini hjá Kringvarpi Føroya.
Men ein av teimum, sum umsøkjarin finst at, vísir seg so at hava fingið sess í setanarbólkinum.
Vrakaði umsøkjarin meinar sostatt, at hesin persónurin er ógegnigur til at vraka kritiska umsøkjaran.
Setanarbólkurin valdi at innstilla Elina Mirjamsdóttir, sum er í øðrum starvi í KvF. Ivan Niclasen tók endaligu avgerðina um at seta hana.
Í setanarbókinum sótu: Kári Sólstein, Jónfinn Stenberg, Dagmar Joensen-Næss og Jákupa Mikkelsen.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo