Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Finalan í Stella Polaris 2017 er nú avgjørd. Vinnarin av kappingini gjørdist gittarleikarin Dávur Birgisson. Aðru virðisløn vann Kristina Thede Johansen, alt saksofon og triðju virðisløn vann Birita Poulsen, sang.

Hinir finalistarnir vóru Jósef Zachariassen, Klaver, Leslie Parker, violin, og Aksel Dánjalsson Remmer á klaver.

Í yngsta bólkinum til og við 13 ár var tað Kristianna Skarpheðinsdóttir Joensen, akkordion, sum vann. Aðru virðisløn fekk Sigrið F. Hansen sum spælir kontrabass og triðja virðisløn varð deild millum Birna Eyðunardóttir, klaver og Sæunn Birnadóttir Hansen, klaver.

Í mittasta bólkinum, sum er aldursbólkurin 14 til og við 18 ár var tað Helena Joensen, klaver, sum fekk fyrstu virðisløn, Andrias Blaasvær, violin, fekk aðru virðisløn og Maria Knudsen, floyta og Maria á Lakjuni, floyta, um triðu virðisløn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo