Bert maður vil, ber so mangt til
- Ludvík á Brekku

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Frá vinstru: Rói Michelsen Hjaltalin, nevndarlimur – Heini Hátún, formaður – Gudmundur Danielsen, nevndarlimur og Jákup Suni Berg, tiltakslimur

ÍSF: Mikudagin hevði Styrkisamband Føroya, stovnandi aðalfund í ÍSF húsinum. Á fundinum vóru viðtøkur o.a gjørdar, umframt at nevndin var skipað.

Endamálið hjá Styrkisamband Føroya er, at skipa og menna kraftítróttina í Føroyum. Hetta er eitt økið, sum hevur ment seg við rúkandi ferð seinnu árini, og limatalið er støðugt vaksandi.

Í fyrsta umfari fevnir Styrkisamband Føroya um greinarnar: Olympiska vektlyfting, Power lyfting, KettleBells og Crossfit. Møguleiki er eisini hjá øðrum greinum innan kraftítróttina at søkja um limaskap í Styrkisambandi Føroya.

ÍSF ynskir Styrkisambandi Føroya hjartaliga tillukku við limaskapinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo