Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikasambandið:  Leygardagin 13. februar verður 1. steypakapping, og sunnudagin 14. februar verður 2. steypakapping. 

59 børn og ung eru meldaði til steypakappingarnar, 35 dreingir / menn og 24 gentur / kvinnur. Hesi eru frá HF, Støkk og Ljósinum.

Skráin leygardagin:

Kl. 10.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini, sum kappast vera í leygardagin á kvinnusíðuni eru lop og forskotin barr, og á mannfólkasíðini eru gólv, ringar og beinsveiggj.

Skráin sunnudagin:

Kl. 09.30 byrjar kappingin fyri kvinnuunglingar, kvinnur, mansunglingar og menn.

Kl. 13.30 byrjar kappingin fyri stig 4, 5, 6 og 7 og piltar, smádreingir og dreingir.

Amboðini sum kappast vera í sunnudagin eru á kvinnusíðuni biti og gólv, og á mannfólkasíðuni lop, paralell barr og reck.

Leinki til stroyming av kappingunum verður at finna á Facebooksíðuni hjá Føroya Fimleikasambandi, https://www.facebook.com/www.fimleikur.fo.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo