Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Í fjør var tað Víkingur, ið fór avstað við Løgmanssteypinum - Mynd: Sverri Egholm

Í fjør var tað Víkingur, ið fór avstað við Løgmanssteypinum - Mynd: Sverri Egholm

Í fjør var tað Víkingur, ið fór avstað við Løgmanssteypinum - Mynd: Sverri Egholm

FSF: Mánakvøldið var lutakast um, hvussu spælast skal í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum er steypakappingin hjá monnum, og hvør møtir hvørjum í innleiðandi umfarinum og í 1. umfari í steypakappingini hjá kvinnum.

Hjá kvinnum háttaði lutakastið seg soleiðis, at í innleiðandi umfarinum møtast FC Hoyvík og 07 Vestur, og KÍ og ÍF.

Fjórðingsfinalurnar, kvinnur
HB – KÍ ella ÍF
EBS/Skála – B36
FC Hoyvík ella 07 Vestur – NSÍ
Víkingur – TB/FCS/Royn

Innleiðandi umfarið í steypakappingini hjá kvinnum verður spælt flaggdagin, týsdagin 25. apríl, meðan fjóðingsfinalurnar vera sunnudagin 7. mai.

Løgmanssteypið
Í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið møtast liðini soleiðis: Víkingur – HB, NSÍ – MB, FC Hoyvík – EB/Streymur, B36 – KÍ, AB – FC Suðuroy, Skála – B71, TB – B68 og ÍF – 07 Vestur.

Dystirnir í 1. umfari verða spældir fríggjadagin 21. og leygardagin 22. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo