Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tað var ein heldur øðrvísi bátastevna sum var hildin í Vestmanna í ár. Bátastevnan var farna vikuskifti, uttan bátar, kampingvognar, tivoli og hoppiborgir og alt hitt sum hevur eyðkent og sett sín dám á bygdina teir dagarnar í mai, tá Bátastevna plagdi at vera og hevur verið seinastu 18 árini.

Men fyrireikararnir vóru ikki ráðaleysir, tá koronatilmælini gjørdu, at stevnan fekk ikki verið sum vanligt. Teir skipaðu fyri einum alternativum tiltaki við konsert á kaiøkinum, og har meiningin var at fólk fyri tað mesta sótu heima og fylgdu við. Nøkur fá vóru tó eisini savnað niðri á kaiøkinum.

Seldir vóru búffar sum vóru koyrdir heim til fólk, og tað eydnaðist so mikið væl, at 400 búffar vórðu seldir, í mun til einans 50 síðsta ár. Tað skal tó sigast, at tá var eisini onnur matsøla, sum Gist&Vist skipaði fyri á kaiøkinum, og hetta var ikki í ár.

- Vit eru vælnøgdir, tað stóð upp og niður ella gott og væl tað, og vit koma aftur næsta ár í mai við eini bátastevnu við øllum tí vanliga, sigur Jónfinn Egilsnes, sum er ein av fyriskiparunum.

Hann leggur afturat, at fólk sum hava atgongumerki til bátastevnuna í ár kunnu nýta hesi til stevnuna næsta ár.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo