Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Dan Højgaard er klárur til enn eitt ár sum hjálpardómari - Mynd: Hans Erik Danielsen

Dan Højgaard er klárur til enn eitt ár sum hjálpardómari - Mynd: Hans Erik Danielsen

Dan Højgaard er klárur til enn eitt ár sum hjálpardómari - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Farna vikuskifti vóru úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir savnaðir á Hotel Føroyum, har seinastu brikkarnir í samband við fyrireikingarnar til komandi kappingarár vórðu lagdir upp á pláss.

Ein av teimum, sum hevur verið við í nógv ár, er Dan Højgaard. Fryntligi rituvíkingurin tók dómaraprógv í 1998, og tvey ár seinni, tann 4. juni í 2000, var hann partur av tríbólkinum, ið dømdi dystin millum B71 og FS Vágar í 1. deild, sum fremsta deildin kallaðist tá.

Spurdur, hvat hjálpardómararnir serliga fara at hava fokus á í ár, sigur Dan Højgaard:

– Serliga nýggju tulkingarnar í samband við rangstøða, har vit skulu meta um, um bólturin “støkkur”, ella verður spældur undir kontrol. Rangstøða er nevniliga eini 80 prosent av arbeiðinum hjá einum hjálpardómara. Annars er stóra avbjóðingin at hava gott støðusnildi – at vit duga at meta um støðuna, áðrenn hon hendir. Betri eg verði til tað, betri og rættari avgerðir klári eg at taka.

Dan Højgaard leggur samstundis afturat, at tað er vorðið alt meira krevjandi at vera hjálpardómari. Tað er nevniliga sera týdningarmikið, at dómararnir og hjálpardómararnir eru væl fyri kropsliga, tí fótbólturin er blivin nógv skjótari seinastu árini.

– Vit skulu vera væl fyri, og skulu eisini hava mentalt yvirskot at vera á linju og taka rættar avgerðir.

Síðani Dan Højgaard byrjaði at døma fyri skjótt 25 árum síðani, hevur hann verið hjálpardómari í meira enn 600 dystum. Talan er tískil um ein av okkara royndu hjálpardómarum, sum eftirhondini hevur roynt tað mesta. Tó er ein dystur, ið stendur sterkur í minninum.

– Eg minnist serliga væl síðsta dystin í 2019, millum B36 og KÍ. Gundadalur var á tremur við áskoðarum, og har var ein øgiligur larmur. Tá vit stóðu í hurðini í B36-húsinum, klárir at renna inn á vøllin, segði Alex Troleis: “Í dag ganga vit inn. Hendan løtan skal njótast”. Og tað bleiv ein fantastiskur dystur, við høgari leikferð, samstundis sum nógvar avgerðir skuldu takast, fortelur Dan Højgaard.

Fótbóltsárið 2024 byrjar leygardagin 2. mars, tá KÍ og HB fara á Tórsvøll at dystast um Lions Stórsteypið. Avspark verður klokkan 17:30.

Myndirnar niðanfyri eru frá farna vikuskifti, tá úrmælingadómararnir og dómaraeygleiðararnir vóru savnaðir á Hotel Føroyum, har seinasta hond varð løgd fyri fyrireikingarnar til fótbóltsáriå 2024.

Sí myndir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo