Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavn.fo: Verkætlanin byrjaði í 2019 og nú bara 4 ár seinni fevnir hetta um ikki færri enn 111 nýggjar íbúðir, nú seinasta lonin og fjóðra byggistig í íbúðarbygingini á Fløtum er liðug og er avhendað.

- Her er nógv at fegnast um. Eitt, sum hevur ómetaliga stóran týdning er, at talan er um fjølbroyttar íbúðir, ið nøkta ymiskan tørv, alt eftir stødd á húski, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, sum helt stutta røðu á samkomu úti á Fløtum.

- Í hesi síðstu lonini eru 32 smærri og størri lyklaklárar og nútímans íbúðir, sum eru úr 45 fermetrum upp í 116 fermetrar til støddar. Íbúðir, sum hava alt, sum húskinum tørvar og liggja væl fyri í einum livandi býlingi, sum er í rúkandi menning.

- Hetta er eitt dámligt umhvørvi, har nógv fólk og serliga unglingar hava sína dagligu gongd. Økið her úti myndar í vaksandi mun býin. Talan er jú um Føroya stórsta skúlaøki við fólkaskúla, Musikkskúla og Glasir.

- Tit hava gjørt sera nógv burturúr trivnaði, felagshølum, terrassum, uppihaldsøkjum, grillplássum og spæliplássum, umframt grøn útiøki.  Allar íbúðirnar eru hitaðar við fjarhita.

- Eg skal býráðsins vegna takka tykkum fyri fyrmyndarliga væl frágingið arbeiði. Við tí stóra tørvinum eftir íbúðum í kommununi, so er hetta onki minni enn einastandandi.

- Kommunan hevur eftir førmuni stuðlað undir verkætlanina og tað er als onki yvir at dylja, at vit gleða okkum til at tit fara í gongd við næstu verkætlanina. Hjartaliga tillukku við verkætlanini og bestu eydnu frameftir, segði Annfinn Brekkstein, varaborgarstjóri, í stuttari røðu.

Fleiri myndir síggjast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo