Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hendan dagin flutti aftur ein ung familja av oynni. Grundin til hetta var, sum ikki einaferð, vánaliga ferðslusambandið til og úr Suðuroy. Maðurin arbeiddi uttanlands og hann misti ov nógvar dagar saman við familjuni, tá tey búðu í Suðuroy í mun til at búgva norðanfjørðs. Nógv fólk flyta av oynni til Danmarkar ella norðureftir, tí Suðuroyggin hevur so vánaligt samband við útheimin. Í Føroyum eru 2 stórir “almennir” aktørar sum taka sær av ferðafólkaflutningi, tað er AA og SSL og har er slett onki logistiskt samstarv. Fólkatalið í Suðuroy er minka við 22% tey seinastu 40 árini og ikki skerst burtur, at tann vánaliga samferðslan hevur sín stóra part av skildini fyri hesum.

– Nú er nógv tos um at alneyðugt er við einari Suðuroyartunnil fyri at menna Suðuroy. Um tunnil til Suðuroy nakrantíð blívur ein veruleiki vita vit ikki. Men um samferðsluviðurskiftini ikki betrast í stundini, so er helst ongin grund til at byggja nakran Suðuroyartunnil, tí tá er lítið og onki fólk eftir í oynni. Tað sær tíverri ikki út til at vera politiskur áhugi fyri at seta “kravboð” til SSL og AA um at betra samferðsluviðurskiftini og av somu grund kunnu vit staðfest at tað nokk heldur ikki er politiskur áhugi fyri einari Suðuroyartunnil.

Í politikki er tað meirilutin í ræður og eg veit væl at tit eru nøkur sum vilja hava eitt betri samband til og úr Suðuroy. Men eg haldi eisini at tað er eyðsýnt at tit eru í minniluta í teymum politisku flokkinum (Meiriluti sigst at vera fyri einari Suðuroyartunnil, men “bara” ikki enn, kanska seinni og bla. bla. bla.). Sambandið hevur veri vánaligt í nógv ár og tá onkur so roynir at betra um tað (Henrik Old flutti fráferðina hjá Smyril, so fólk hevði ein møguleika at lukkast suður við Smyril, men hvat hendi? AA flutti stutt eftir teirra fráferð úr DK, so hetta var til fánýtis). At seta fólk, sum í besta føri eru “tal-blind”, til at tilrættuleggja ferðaætlan hjá SSL og AA er sera ørkymlandi. At okur so eisini skulu fyrihalda okkum til at Smyril hevur so trupult við at røkja Suðuroyarsiglingina, grunda á ymiskar trupulleikar (hvílutíðir, nógvan farm, siglingartíð vegna sparing av olju vm.) er steinur oman á byrðu.

Veðrið kunnu vit onki gera við, men alt hitt er møguligt at broyta uppá, bert politiskur vilji er til tess. Líkasæla og beinleiðis forðingar fyri samferðsluni til Suðuroy kann ikki góðtakast. Tit politikarar hava møguleika fyri at rætta upp uppá hetta, um viljin er til staðar.

Torri Thomsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo