Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroyski heimsmeistarin í nevaleiki, Sarah Mahfoud, sleppur kortini ikki til Las Vegas at boksa um trý HM belti í desember, sum annars var ætlanin. Korona er orsøkin.

Sarah Mahfoud, sum er búsitandi í Danmark, men er hálvur føroyingur og hálvur sýri, hevur longu sum er titulin heimsmeistari. Men hesin dysturin sum stóð fyri framman var tann størsti av teimum øllum, ikki minst tí Las Vegas er sjálvur boksi høvuðsstaðurin.

Sarah Mahfoud hevur leingi fyrireikað seg til dystin, og hon hevði eisini eina vón um, at dysturin var eitt týðandi stig á vegnum hjá henni til at gerast professionellur nevaleikari.

Hon lesur til sjúkrarøktarfrøðing, og nú fer hon aftur til bøkurnar.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo