Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg í hesum døgum til fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025 - Mynd: Jakoba Svensdóttir

Føroysku kvinnurnar fyrireika seg í hesum døgum til fyrsta dystin í undankappingini til EM 2025 - Mynd: Jakoba Svensdóttir

FSF: Tað er nummar 60 á styrkislistanum hjá FIFA, ið tekur ímóti nummar 110, tá Grikkaland og Føroyar trína á Theodoros Vardinogiannis leikvøllin á Kreta í morgin (fríggjadagin 5. apríl, skriv.) klokkan 18:00, sum er klokkan 20:00 lokala tíð í Grikkalandi.

Talan er um fyrsta dystin í nýggju EM-undankappingini, og umframt Føroyar og Grikkaland, eru Montenegro og Andorra eisini í bólkinum.

Føroyski hópurin kom til Kreta seinnapartin týsdagin, og síðani hava tvær venjingar verið á skránni, sum hava verið í góðum umstøðum, og í góðum veðri, samanborið við kavan og kuldan í Føroyum.

EM-undankappingardysturin millum Grikkaland og Føroyar verður stroymdur beinleiðis á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya, www.kvf.fo.

Seinni dysturin í hesum umfarinum verður týsdagin 9. apríl, tá okkara kvinnur møta Montenegro á Gradski Stadion í Podgorica.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo