Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tórshavnar kommuna: Býráðið samtykti endaliga útstykkingina við aðru viðgerð á býráðsfundi í gjár. Aftaná varð sáttmáli undirskrivaður við Articon uppá 49 mió kr. Aftrat hesum kemur keyp av lendi v.m.

Talan er um 28 vinnustykkir frá umleið 2000 fermetrum upp til 10.000 fermetrar. Fleiri eru av teimum smærru.

Tey, sum standa á bíðilista, fáa í næstum bjóðað stykki. Stykkini skulu verða liðug tann 1. Juni 2025, og fermetrakostnaðurin er 1.500 kr.

Eitt stykki, sum verður býtt upp í fleiri stykkir, verður lagt av til at bjóða út til smærri fyritøkur.

Økið liggur í B4-økinum í almennu byggisamtyktini og er ætlað umhvørvisflokkum 2-4.

Fyri at fáa tillutað vinnustykki ber til at skriva seg upp á ein bíðilista. Vinnustykkini verða lutað út eftir fyriskipanini “Reglur fyri upptøkur og viðgerð av umsóknum um vinnustykki”.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo