Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

KÍ vann alt, sum var at vinna í fjør, eisini Stórsteypadystin - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

KÍ vann alt, sum var at vinna í fjør, eisini Stórsteypadystin - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

KÍ vann alt, sum var at vinna í fjør, eisini Stórsteypadystin - Mynd: Bjarni Enghamar / Savnsmynd

FSF: Lagt er upp til eitt sera spennandi kappingarár í bestu kvinnudeildini. Átta lið eru við í kappingini í ár, og í VFF Cup hevur NSÍ givið greið boð um sína styrki, ikki minst, tá tær vunnu 3-1 móti KÍ í finaluni. Men greipuvinnararnir úr Klaksvík hava longu møguleika fyri at reisa seg aftur nú leygardagin. Tá bresta liðini aftur saman á Tórsvølli til síðstu styrkisroyndina áðrenn kappingarbyrjan: Stórsteypadystin. 

Lions Club Tórshavn skipar sum vant fyri Stórsteypadystinum, og peningurin fer í ár til átakið “Øll hava rætt til góð barnaár”, sum Blái krossur varðar av. 

Stórsteypadysturin hjá kvinnum verður spældur á Tórsvølli, leygardagin 13. mars kl. 17.00. Atgongumerki verða seld við dyrnar fyri 100 krónur, og vit heita á viðhaldsfólk og áskoðarar um at fylgja koronareglunum, sum kunnu lesast her. Harumframt verður dysturin vístur beinleiðis á Rás1.

Sum nevnt eru átta lið í Betri Deildini hjá kvinnum í ár, nevniliga KÍ, NSÍ, HB, B36, Víkingur, EBS/Skála, AB/B71 og 07 Vestur. Kappingin byrjar leygardagin 20. mars.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo