Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ríðisambandið: Johannessen brøðurnir Regin og Bárður hava kappast við rossum í nógv ár, men árið í ár ferð helst at vera minniligt hjá teimum, tí saman við dóttrini hjá Bárði, Ásu Bárðadóttir, vunnu teir meira enn helvtuna av FM heitinum, ið dystast var um. 

Regin Johannessen vann kappingina í Tølt, hann kappaðist við hestinum Brynjar sum Johny Kjærbo eigur, Bárður Johannessen vann Skeiðkappingina á ryssuni Syrpu sum hann sjálvur eigur. Ása Bárðadóttir vann kappingina Tvíspor Ung, hon endurvann FM frá í fjør, á ryssuni Sílfa, ið hon sjálv eigur. 

Eingin av teimum hevði tryggjað sær heitið áðrenn kappingina í gjár, men hóast øll høvdu sera sterka mótstøðu, so eyðnaðist tað hjá teimum trimum at vinna FM.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo