Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

FSS: Føroya Styrkisamband, FSS, fyrireikar seg í løtuni til at luttaka á Føroyaleikunum, sum verða hildnir 8-11. juli.

Styrkisambandið umboðar fýra ymiskar greinar: Olympisk vektlyfting, styrkilyfting, kúlulyft og tvørmegi. Styrkikappingarnar verða í miðbýnum í Tórshavn.

Styrkisambandið arbeiðir fyri at fremja íðkanina av nevndu fýra greinum, og nú ið styrkivenjing er vorðin partur av flest øllum ítróttargreinum, sær sambandið nógvar møguleikar fyri samstarvi fyri framman.

Føroyaleikirnir verða hildnir ístaðin fyri Oyggjaleikirnar, ið eru avlýstir orsakað av korona. ÍSF ætlar frameftir at hava nýggju leikirnar annaðhvørt ár - árið, ið Oyggjaleikir ikki eru.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo