Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Sersambandið fyri Súkkling og Triathlon: Leygardagin 22. mai varð enn eitt súkklu og triathlonfelag sett á stovn, tá ið stigtakarar í Klaksvík møttust til stovnandi aðalfund.

Tað var ein gleðiligur dagur, har skipað var fyri barnavenjing og stuttleika í skúlagarðinum. Ein ferðslubreyt frá Ráðnum fyri Ferðslutryg var sett upp í einum av góðu plássunum um skúlan, meðan Fjallasúkklufelagið var á vitjan og hevði tikið BMX súkklur og verju við til øll børn at royna á einum av hinum plássunum har ein skate og BMX rampa er sett upp. Børnini hugnaðu sær og sloppu at royna seg, og tað er eyðsýnt, hvussu nógv tað merkir fyri menningina hjá børnum at góðir møguleikar eru at spæla. Tey vaksnu hugnaðu sær eisini í skúlagarðinum og fóru síðani ein túr saman á kappsúkklu í Klaksvík.

Felagið hevur enn ikki fingið navn og fer at lýsa eina navnakapping í næstum. Stigtakararnir vísa á, at ynskið er, at felagið umboðar allar Norðoyggjar og eisini allar ítróttargreinarnar undir Sersambandinum fyri Súkkling og Triathlon.

- Felagið kemur at fevna um súkkling, fjallasúkkling, triathlon og aðrar greinar sum fólk eru áhuga í. Vit ynskja, at við tíðini skal hetta felag kunna fevna so vítt sum gjørligt, men tað tekur tíð at byggja upp, og tí vilja vit fegin hoyra frá fólki, ið hava hugskot og møguliga kunnu taka ábyrgd eisini. Tildømis kundi verði áhugavert at hoyrt frá fólki, ið eiga eina fjallasúkklu, og um tey eru áhugað í skipaðari venjing. Sum er, eru nakrir, sum javnan møtast til ein súkklutúr á kappsúkklu, og fara vit at royna at leggja hetta ein fastan dag, við føstum tíðspunkti. Higartil hava fólk verið sera jalig, og stuðul er at merkja í hvørjari samtalu bæði frá borgarum, komunu, ítrottarfeløgum og vinnulívinum. Síðan vilja vit takkað SST og Fjallasúkklufelagnum fyri sera góðum stuðul higartil. Eru spurningar kunnu fólk meira enn so venda sær til okkum fyri at hoyra nærri.

Í nevndini vórðu vald Jóan Petur Joensen sum formaður, Mogens Petersen sum næstformaður og Jan Gardar sum nevndarlimur. Eisini vórðu Hilmar Hansen og Heri Schwartz Jacobsen valdir sum tiltaksilimir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo