Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Summar Festivalurin: Summar Festivalurin 2023 byrjar í dag kl. 15 við litfagrar og lívligari skrúðgongu og gøtukarnevali, sum fer úr Klaksvíksgarðinum og heim í Silvaland. Í skrúgonguni eru puntað, armani og syngjandi børn, flaggskrýddur og dansandi ungdómur og kreativir festivalgestir.

Børn og barnsligar sálir, ja, øll, sum vilja seta sín festliga dám á ta stóru og fólksligu summarstevnuna, eru sjálvandi vælkomin!    

Tað væl umtókta Silvalandið verður aftur í ár í uppskrýddu ítróttarhøllunum við einum spennandi tónleikapalli, ballóngørðum, hoppiborgum, boingbóltum, teknistovu, pinkulandi, andlitsmáling, gandaspeglum, barnabarr, framsýning av ísbjørn, grindahvali og kópi, livandi skriðdýrum, hugtakandi hulduni Urðun, vitjan av stuttligum klovni, bardagahugaðu víkingunum, brølandi dinosauri, hinu mest góðsligu bamsuni og tí fittasta Silva.

Silvaland hevur opið festivaldagarnar frá kl. 15 til 19. Skrá kann síggjast á heimasíðuni sf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo