Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Sunda kommuna: Summartónar skipar fyri fleiri konsertum við Gjógv í summar. Konsertirnar eru í samstarvi við Gjáargarð, sum stílar fyri mentanarkvøldum mikukvøld, har tónleikurin er partur av kvøldinum.

19. juli er altjóða konsertdagur við Gjógv við trimum konsertum. Ein á Gjáargarði, ein í Gjónni og ein í kirkjuni. Konsertirnar eru ókeypis.

Skrá fyri konsertir við Gjógv restina av summarinum:

12 JULI Norðan: Angelika Nielsen (violin), Thomas Loefke (harp)

19 JULI - Í GJÓNNI 4 p.m. Hernan Lugano (keyboard), Francisco del Pino (guitar)

19 JULI - Í KIRKJUNI 5.30 p.m. Nordic Guitar Duo: Alvi Joensen (guitar), Max Näpel (guitar)

19 JULI – GJÁARGARÐUR 7 p.m. Kvonn: A. Nielsen (vl), S. Weiss (rec), Í. Bærentsen (mandol), K. Blak (p), M. Blak (b)

26 JULI Ingibjørg Hansen (soprano), Ernst Sondum Dalsgarð (tenor), Ólavur Jakobsen (guitar)

2 AUGUST Ernst Sondum Dalsgarð (tenor), Søren Johannsen (piano)

9 AUGUST Kvonn: Angelika Nielsen (vl), Sharon Weiss (rec), Ívar Bærentsen (mandol), Kristian Blak (p), Mikael Blak (b)

16 AUGUST Svabonio: Daniel Rye (clarinet), Fiona Parker (horn), Angelika Nielsen (violin), Ólavur Jakobsen (guitar)

23 AUGUST Kvonn: Angelika Nielsen (vl), Sharon Weiss

Felagið Føroysk Tónaskøld (www.composers.fo) hevur staðið fyri Summartónum á hvørjum ári síðani 1992. Í 2017 er sostatt 25 ár síðani Felagið Føroysk Tónaskøld tóku stig til festivalin.

Føroyski tónleikur hevur ment seg nógv øll hesu 25 árini, og er eisini meginparturin av innihaldinum á konsertunum skrivaður av føroyskum tónaskøldum og sangskrivarum.

Summartónar fevna innihaldsliga breitt yvir partiturtónleikur, jazztónleik, fólkatónleik og crossover- formar og eru Summartónar høvuðspallurin fyri tann nýskrivaða tónleikin í Føroyum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo