Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Vit hoyra um samstarvið millum politikara og fakfelagsforkvinnu.

Í løtuni er spurningurin um reingerð og um hvar tann hjálpin skal liggja, - hjá vanligu heimarøktini, her kallað heimahjálpin, ella hjá reingerðings-fyritøkuni.

Heimahjálpin hjálpir fólki at koma upp úr songini um morgnarnar og í klæðir, hjálpir við heilivágsnýtsluni og við at leggja fólk til hvíldar aftur. Bara heilt stutt sagt.

‘At verða heima sum longst’ leggur eisini upp til annað, afturat tí persónligu hjálpini, - eitt nú gerandishugna, - tað verði seg eitt kaffiprát, av og á at taka eftir  wc- og køksgólvinum, at rudda  runt um borðið og vaskið og so framvegis.

Um ikki avvarðandi eru, sum taka sær av hesum heimliga.

Spyrja vit eldru fólkini, rokni eg við – at afturvendandi vitjan av sama starvsfólki gevur ein tryggleika, eitt samband, eina vælveru og ta nøgdsemi, sum ein almenn hjálp, í besta føri, kann geva.

Ella i øðrum lagi, at talan er um skifti millum so fá starvsfólk, sum til ber.

Við einum heimahjálpara fylgir eisini tann persónligi og fakligi førleikin, umsorgan, hiti og nærvera – sum ikki er kravið, í einari reingerðingsfyritøku.

Tí er ikki orsøk til at býta økið í smálutir – og í fleiri fakbólkar, um tú sum politikari hevur uppgávuna at arbeiða við loysnum á eldraøkinum og hevur starvið vegna fólkið.

At eitt fakfelag verjir síni, er ein øðrvísi støða, men er nú eisini ein spurningur um eitt fakfelag ikki eigur at flyta seg og hyggja eftir hvørjum marknaðurin hevur tørv á, og leggja upp til gevandi samstarv, ístaðin fyri at tvíhalda um eitt útboð, sum ikki hóskar saman við ynskinum hjá kommununi og tí eldra.

Heilsuhjálparfólk og røktarstarvsfólk tykist sum eitt breitt hugtak, sum í mínari verð fevnir um tað, sum tað gamla fólkið ynskir og hevur tørv á, bæði persónligari hjálp og smávegis reingerð. Bæði hoyra saman heilsuliga, um fólkið skal  hava tað gott og trívast heima sum longst.

Hinvegin hevur eisini verið partvís tilboð til meira ‘ røsk gomul’ um reingerð frá reingerðingsfyritøkum, sum eg haldi hevur verið góður eldrapolitikkur.

Vit skulu ikki laga eldraøkið eftir tørvinum hjá politikarum og fakfelagi at markera seg, men eftir tørvinum hjá tí eldra fólkinum á lívsdygd.

Omma min plagdi at siga við heimahjálpina,  tá hon fór eftir tvøguni,  “set teg heldur niður og fá tær ein drekkamunn, eg gangi her á leistum.”  Hesum ynski , avstemman og samskifti, millum tað eldra fólki og heimahjálpina, skal tað eisini vera pláss fyri.

--

At sami politikari og sama fekfelagskvinna, sum tvíhildu um staðsetingina av heilsuskúlanum í suðri, nú gremja seg um manglandi starvsfólk, man vera lagnurnar speiðsemi.

Sjálvsagt veit eg, at tørvurin á starvsfólki er á eldraøkjum yvirhøvur, men okkara útbúgvingarpolitikkur og staðseting hevur ikki havt til endamáls, at fingið so nógv útbúgvin starvsfólk sum til ber.

Við vón um, at eldraøkið verður lagt til rættis í samskifti við tey, sum tørva , og fara at tørva, almenna hjálp á ellisárum.

Bergun Kass

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo