Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Vátir og skitnir, men eisini ovurfegnir U19-dreingir saman við venjaratoyminum eftir 3-2 sigurin á Armenia - Mynd: Kristmund Johannessen

Vátir og skitnir, men eisini ovurfegnir U19-dreingir saman við venjaratoyminum eftir 3-2 sigurin á Armenia - Mynd: Kristmund Johannessen

Vátir og skitnir, men eisini ovurfegnir U19-dreingir saman við venjaratoyminum eftir 3-2 sigurin á Armenia - Mynd: Kristmund Johannessen

FSF: – Vit mugu bara ásanna, at byrjanin upp á kappingina var einki serlig, og tað kendist tungt aftaná lúsingin ímóti Ísrael. Men dreingirnir vístu góðan moral, og sum fráleið gekk betri, og kenslan aftaná sigurin móti Armenia var heilt fantastisk.

Tað sigur Øssur Hansen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingjum, eftir EM-undankappingina, sum var í Kroatia frá 15. til 21. november.

Føroyska liðið byrjaði við at leggja rygg til 6-0 tap fyri Ísrael. Her er tó vert at nevna, at fyrireikingarnar til dystin vóru avbjóðandi. Millum annað var flogfarið úr Edinburgh til Kroatia seinkað í meir enn eitt samdøgur, og tað hevði við sær, at ferðalagið ikki kom upp á pláss fyrr enn seint kvøldið fyri sjálvan dystin, sum byrjaði longu klokkan hálvgum tólv dagin eftir.

– Úr Føroyum til Edinburgh gekk væl, men komnir til Edinburgh vóru boðini, at flogfarið til Kroatia var avlýst. Nú vóru góð ráð dýr. Fyrst noyddust vit at bíða á flogvøllinum í nakrar tímar, áðrenn vit sluppu á hotel. Svøvnurin var stuttur, og so avstað aftur. Tað darvaði sjálvandi fyrireikingunum, men í hesum føri vil eg aftur rósa okkara spælarum. Ein sovorðin ferð krevur nógva orka, men allíkavæl vóru teir fyrimyndarligir at arbeiða saman við, og eingin gramdi seg, sigur Øssur Hansen.

Í øðrum dystinum, sum var móti kroatisku vertunum, hómaðust ljósari skýggj á luftini, og tá liðini fóru til hálvleik var framvegis málleyst. Men stutt eftir steðgin skoraðu Koscevic og Vrbancic hvør sítt mál, og Kroatia vann 2-0.

Í triðja dystinum í EM-undankappingini var mótstøðulandið Armenia, og nú bragdaði hjá føroyska liðnum. Úrslitið gjørdist 3-2 til Føroyar, eftir at armenar vóru á odda 1-0 í hálvleikinum. Tíggju minuttir eftir steðgin javnaði Tobias Hansen, og tá smáir 20 minuttir vóru eftir at spæla, legði Jóhan Josephsen Føroyar á odda við brotssparki.

Leingi sá út til, at ein føroyskur sigur fór at koma í hús, men í fyrsta minutti av yvirtíðini javnaði Armenia til 2-2. Vónbrotnu føroyingarnir góvu tó ikki skarvin yvir, og tveir minuttir seinni var Jóhan Josephsen aftur upp á spæl, og so var 3-2 til Føroyar, og stór frøi á okkara spælarum og venjaratoyminum.

Ísrael og Kroatia endaðu nummar 1 og 2 við 7 stigum, Føroyar fingu 3 stig, meðan Armenia endaði aftast í bólkinum við ongum stigi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo