Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Góði Gerhard, borgarstjórin í Skopunar kommunu!

Øll kunningin, á Facebook, sum hevur elvt tær høvubríggj, er sonn úr enda í annan, har er hvørt orð sannleiki.

Kunningin var ein vælmeint kunning til borgarar á Sandi. Hetta var kunning um viðurskiftini kring tilbúgving, nú Sandoyartunnilin letur upp um skamma stund.

Tær kunnugt, so er tað  Sands kommuna sum  eigur ábyrgdina av tilbúgvingini Sandoyarmegin. Sum tú veist, so kemur tunnilin út í Sands kommunu.

Gerhard Lognberg, tað er Sands kommuna sum stendur eftir við allari ábyrgd av tilbúgvingini, tað hevði sømt seg betur, at oyggin stóð saman, sum vit gera í fleiri ørum málum.  

Gerhard vit hava loyst málið - uttan tykkum.

Eg gjørdi eina roynd, her í oynni, at fáa kommunurnar at standan saman, um felags sløkkilið, men tað eydnaðist ikki.

Sands kommuna hevur nú loyst trupuleikan,  tað er møguliga tað sum fekk ilt í borgarstjóran í Skopun, at vit hava loyst málið.  Vælvildin frá Tórshavnar kommunu og Tórshavnar sløkkiliði er stór.

Tá Gerhard roynir at skáksigla við at leggja meg undir at lúgva, í hesum málinum, er tað mær óskiljandi.

Tú sigur, at einki samskifti hevur verði millum kommunurnar í Sandoynni. Tú útstillar meg sum lignarar, men tað slapp tú ikki væl frá.

Sanleikin, um tíni stórtíðindi er hesin
Tann 3. februar 2023 sendi undirritaði skriv til borgarstjórarnar, Linjohn, í Skálavík, Gerhard, í Skopun og og Jákup Martin, í Húsavík, har greitt var frá, at tilbúgvin skal skipast, sandoyarmegin, nú tunnilin letur upp.

Eisini var greitt frá, at støðan hjá Sands kommunu er, at sandoyggin átti at leggja saman í eitt felags sløkkilið. Hetta sløkkilið átti at hava ábyrgdina av tilbúgvingini í Sandoyartunnlinum og øllum vanligum sløkkiliðsuppgávum í allar sandoynni.

Í skrivinum er sagt, at allur sløkkiliðsútbúnður sum er runt í bygdunum verður varðveittur á staðnum og uppraðfestur.

Undurritaði hevði eisini uppskot, at allir borgarstjórarnir seta seg saman at fyrireika samanlegging, av brandliðinum í Sandoynni.

Skrivið endar soleiðis. Gott hevði verði um tit kundu skriva nøkur orð um tykkara meining.

Tann 10. apríl 2023 sendi undirritaði rykkjara eftir svarði til brævið 3. februar, har  eg greiddi frá, at mín inniliga vón var, at borgarstjórarnir kundu seta seg sama fyri at finna eina loysn.

Gerhard! Tað lekur millum teori og praksis
Tað undrar, at júst hetta málið hevur verið viðgjørt í Húsavíkar kommunu og í Skopunar kommunu, á opnum bygdaráðsfundum. Tá ført  verður fram, at einki samskifti hevur verði, ja so lekur millum teorið og praksis.

Svarið frá Húsavík var greitt, teir vildu verða við at samráðast, um at leggja brandliðini saman, í eitt felags brandlið, greið tala.

Svarið úr Skopun var, at Skopunar kommuna vil ikki verða við til at hava felags brandlið, við felags leiðara, greið tala.

Skopunar kommuna legði aftrat, at teir vilja strekkja seg til at gerða ein felags brandlista brandlistin, sum sipa verður til. Tað er ein listi við brandfólkum á, sum alarmsentralurin ringir út eftir, ein slíkur brandlistið hevur ikki serliga nógv við tilbúgvingina í Traðardalið at gerða, og hevði blivið ein sjálvsagdur partur útkallingini um tað bleiv eitt felags brandlið.

Skopunar kommuna kundi eisini strekkja seg til, at vit kundu lána útgerð úr Skopun, um tørvur var á tí. Samanlegging var eitt nei , úr Skopun.

06 juli 2023 var fundur í eldrasamstarvinum, har allir borgarstjórarnir vóru samlaðir, undirritaði helt at tað var eitt gilt høvið at gerða eina seinastu roynd at leggja brandliðini saman.

Formaðurin, í eldrasamstsrvinum, Gerhard Lognberg, var spurdur, um vit kundu hava ein stuttan fund, um samanlegging av brandliðinum í Sandoy eftir fundin í eldrasamstarvinum, hettar játtaði hann.

Á tí fundinum spurgdi undirritaði, um tað ikki var ein møguleiki at leggja verðandi brandlið saman í felags sløkkilið við felags leiðslu. Har fekk eg at vita enn einaferð, at tað var ikki ein møguleiki.

Góði Gerhard! Tú hevur viðgjørt málið, men sigur einki samskifti hevur verið. Nú kann almenningurin sjálvur gera sær sína meting.

Eg greiddi frá at Sands kommuna ikki megnaði uppgávuna viðvíkjandi tilbúgving í Sandoyartunlinum einsamøll, so vit føldu okkum noyddar at leita aðrar vegir.

Hettar er gjørt við sera góðum úrslitið, tað eiga vit øll at fegnast um.

Samanumtikið kann stafestast, at samskifti hevur verið, men bar ikki á mál, tað harmist eg um, Gerhard Lognberg.

Nú hyggja vit frameftir við gleði og vón um bjarta framtíð, fyri alla oynna.

Vit koma at megna tilbúgvingina soleiðis at koyrandi verður 21. desember 2023.

Heri Sverrason, borgarstjóri á Sandi

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo