Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Fyrstu ferð eg hoyrdi lagið varð eg ikki so nógv við, men hvørja ferð hetta er spælt í miðlunum ella eg havi sett meg at lurta, fer hetta meira og meira upp í hesa hægru eindina, sum eg onkuntíð plagi at siga.

Tað at Kemm Poulsen hevur sett seg at skriva henda rámandi tekstin, kemur neyvan av ongum, tí Kemm hevur fingið sínar avbjóðingar, sum vit øll koma út fyri.

Ofta fái eg eina so góða, men eisini eitt sindur rámandi kenslu, tá eg skal seta orð á tað onnur vilja siga okkum.

Kemm er eitt sera gott og heitt menniskja, sum eg kom at kenna frá sokallaðu F-døgunum í 90´unum, har eg sá henda mannin við so stórum vilja at fáa onnur at ansa sær.

Nú, hann hevur fingið sítt at arbeiða við, má eg seta meg við tastarnar og siga eitt takk!

Tónleikaliga er hetta heilt ómetaliga væl frágingið og væl gjørt, og er tað ongin ivi um, at tað var rætt at fáa Jens Marna at leggja rødd til!

Tað fer ongin skeivur av ti, sum Finnur Hansen fær millum hendurnar, tí hegnið er at leggja væl tilrættis og her fær Finnur mítt STÓRA UG!

Væl valdir tónleikarar og tað er eisini sera góð javnvág millum sang og ljóðførini, sum sjálvandi má hava verið eitt mál í sær sjálvum.

Tikið saman um gevur júst henda útgávan tað meining, eg haldi tónleikur og list yvirhøvur skal – at vit eina løtu verða steðgaði á og bara lurta og nikka játtandi.

Eg fari ikki at seta nakra stjørnu á hesa útgávuna, men tað at henda rakar meg, gevur mær júst tað eg vil hava og tað kennist gott!

Gott og fylt við meining!

Fríðálvur A. Jensen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo