Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Tórshavnar kommuna: Í dag byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali. Meðan arbeiðið fer fram fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.

Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri vallargirðingina til ovara vøll og tey avmerktu økini, serliga sunnanfyri vøllin.

Arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai.

Meðan arbeiðið verður gjørt hava feløgini umlagt virksemið í Gundadali og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.

Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo