Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Eg fari við hesum at takka løgmanni, at hann átalaði ómenniskjaliga og drepandi álopið, sum Hamas framdi á sovandi fólk í heimum sínum í Ísrael og tóku ísraelar og fólk av øðrum tjóðum inn í Gaza sum fangar, bæði menn, kvinnur og børn.

Samstundis skal løgmaður eisini hava tøkk fyri, at hann tók frástøðu frá tí fráboðan, sum Sosialistisk Ung sendu út á facebook.

Men fráboðanin hjá SU hevur sett sera djúp spor hjá okkum túsundtals føroyingum, sum elska jødiska fólkið, land teirra, Ísrael og hava ferðast í hesum undurvakra landi, sum eftir 75 árum hevur hevjað seg upp á tindin millum heimsins tjóðir.

Fráboðanin hjá sosialistiska Ungmannafelagnum var eitt ótrúliga ljótt álop á íbúgvararnar í einasta demokratiska landinum í øllum miðeystri, mitt í stóru sorg teirra eftir at umleið 1500 børn, hálvvaksin, ung, fólk í manndómi og aldurdómi, vóru myrd við køldum blóði snimma á morgni, summi í song teirra, meðan onnur vóru drigin eftir hárinum inn í bilar og upp á motorsúklur – og síðani koyrd inn í loynilig høli undir jørð í Gaza.

Eg havi mangan gingið við føroyskum ferðabólkum júst har, sum álopini vóru framd 7. oktobur.

Illgerðarmenn Hamas høvdu neyvan spart føroysk mannalív, um vit vóru har hendan dagin, sum teir heldur ikki gjørdu við fólk úr øðrum tjóðum dapra og eirindaleysa 7. oktobur 2023.

Hóast afturtikin av facebook – men tó skrivað alment – so verður fráboðanin hjá Sosialistiskum Ungum ikki gloymd av okkum, ið elska jødiska fólkið, men fer  at sita fast í minni okkara.

Eg harmist tær stóru líðingar, sum óseka fólkið í Gaza fer ígjøgnum júst nú.

Hetta neyðars fólk líður undir einum harðrendum einaræðisstýri, ið onga umsorgan hevur fyri vanliga borgaranum í Gaza.

Har er einki demokrati.

Svenning av Lofti
ísraelskur heiðurskonsul
í Føroyum

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo