Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hugleiðingar, ið eru sprotnar úr kjakinum um ávís  tiltøk í Norðurlandahúsinum og sunnudagsins andakt frá bispi.

Føroya biskupur plagar at hava eitt orð ella andakt til hvønn sunnudag, og eg lesi tað javnan. Bispur hevur góðan og siðiligan blýant, og hesaferð er hann eisini spískaður. Hann viðger talufrælsið hjá teimum, ið játta seg kristin, og yvirskriftin er “Talufrælsi teirra kristnu er skert”. Eg hugsi, at bispur kanska m.a. hevur fingið nakað av íblástri frá kjakinum, sum hevur verið seinastu vikurnar ella so. Kjakið hevur havt ávis tiltøk í Norðurlandahúsinum sum snúningspunkt, og tað hevur møguliga verið nakað hart viðhvørt. Sum kristin, so meti eg orðið frá bispi at vera eina góða og umráðandi áminning um, at ein eigur at bera seg sømiliga at í orði, talu og gerð.

Í andaktini nevnir bispur m.a., at “etisk virðir, ið sum oftast verða avmarkað til ávís øki á mannakroppinum”, fylla nógv, meðan tað verður hildið minni umráðandi at geva keisaranum tað, ið keisarans er, og at halda ferðslulógina. Góð áminning. Dygd er dygd, og synd er synd. Alt hevur týdning, men sumt hevur heilt vist størri ávirkan enn okkurt annað. Ein bót, eitt ferðsluóhapp ella skattakrónur hava sjálvsagt stóran týdning bæði fyri einstaklingin og samfelagið, men nøkur viðurskifti í tilveru okkara stinga enn djúpri. “Tað etiska og støð á  mannakroppinum” er eitt slíkt. Tí tey tiltøkini, ið hava fingið sinnini og kjakið at kóka seinastu tíðina, spretta djúpast sæð úr eini kyns- og samleika-ideologi, sum setur dagsskránna í øllum Vesturheiminum í dag, har hon veruliga hevur fingið fastatøkur. Og hon vísir seg at hava sera stórar ávirkanir og fylgjur – ikki minst fyri trúarfrælsi og talufrælsi, eisini í okkara nærmastu grannalondum.

Stríð og bardagi liggur og lúrir í so mongum løgum. Tað er kanska meiri ítøkiligt og ‘lætt’ at fyrihalda seg til eitt fysiskt kríggj enn tað, t.d. sum hendir á tí meiri persónliga støðinum, har ideologiir, ástøði, etikkur og moralur, rangt og rætt takast. Bardagin um sinnið. Hetta stríð er aldargamalt, so tað er ikki nakað nýtt í tí sum so, men við ófatiligu menninigini innan teldur og tøkni er allur heimurin knýttur saman sum ongantíð áður í søguni. Tað hevur ongantíð verið so lætt og skjótt at røkka einari so stórari mongd av fólki, sum tað er nú, nú ein stórur partur av okkum gongur við heiminum í lummanum, so at siga. Tankar og tankabygningar floyma sum flóðaldur gjøgnum eygna- og oyrnaportur og inn í sál og sinni okkara – allarmest hjá børnunum og teimum ungu.

Meðan tilveran mangastaðni í verðini framvegis snýr seg um at fáa nokk av føði og vætu til dagin og vegin, so eru serliga vit betri stilllaðu í Vesturheiminum upptikin av øðrum viðurskiftum. Tað er m.a. farið at snúgva seg so ótrúliga nógv um eg’ið, um meg og mín samleika, um sex og seksualitet, um kyn og ikki kyn. Ja, ein kann siga, at hesar rembingarnar meiri eru at líkna við eina veruliga kollvelting, tá tað kemur til samlív, samleika og kynsfatan. Kollvelti veruleikin kom t.d. serstakliga væl til sjóndar, tá heimsins máttmiklasti maður, amerikanski forsetin, Joe Biden, á fyrsta arbeiðsdegi sínum sum forseti setti undirskrift sína á eina lóg, sum loyvdi dreingjum, sum siga seg vera gentur, at kappast í kvinnuítrótti og nýta kvinnuligu skiftirúmini. Aja. Og um somu tíð í Bretlandi megnaðu leiðararnir í stóru politisku flokkunum, Boris Johnson og Keir Starmer, ikki at svara spurninginum, um tað bert eru kvinnur, ið hava lívmóður. Ajú. Samstundis kom heimskendi rithøvundurin, J. K. Rowling, í satt ódnarveður, tí hon á sosialum miðli hevði dittað sær at reka framundir, at tað bert eru kvinnur, ið kunnu menstruera. Og ódnarveðrið hevur ikki lagt seg enn. Ádú.

Virðir, stovnar og enntá lívfrøði, sum fyri bert fáum árum síðani vóru púra sjálvsøgd og klettaføst, eru tað ikki longur. Tað sýnist sum um, at slíkt, sum tey flestu mettu at vera rætt og gott so seint sum í fyrradagin – eitt nú, at hjúnabandið er fyri ein mann og eina  konu, ella at tað bert eru tvey kyn – verður í besta føri fatað sum afturúrsigld, snævurskygd og útihýsandi hugsan, nú vit – fyri at nýta eitt vælkent og nógv nýtt ‘argument’ – liva í 2023. Tað sær út til at ganga sama vegin her í Føroyum, sum tað ger aðrastaðni, hóast vit ikki eru komin líka langt á øllum økjum enn. Kollveltandi broytingin í hjúnabandslógini, og síðani málið um sammøður vísir tó, at vit eru væl ávegis. Tað sæst eisini á kjakbylgjunum, sum ganga høgar í hesum døgum, nú mentanarhús alra norðurlendinga aftur bjóðar smábørnum, børnum, ungum og vaksnum tiltøk, sum mugu sigast at vera kontroversiell og skapa split og ógvusligar reaktiónir. Kjak og harðir orðadráttir hava javnan verið um líknandi tiltøk og evni seinastu árini, og meiningarnar stinga djúpt. Tó haldi eg, at hesi kjak sjáldan veruliga fara í dýpdina við sjálvum jørðildinum, sum tey spretta úr. Tað verður fyri tað mesta bara klórað í yvirflatuni, men veruleikin er, at tað er ein sera, sera stórur munur á fundamentunum, ið ymisku hugsanirnar byggja á.

Onkrum tæna vit, okkurt fundament byggja vit lív og virðisgrundarlag okkara á. Øll. Tilvitað ella ikki. Byggir tú á siðbundið kristið/mentanarliga konservativt fundament og virðir (sum føroyingar samlað sæð hava gjørt í øldir, og í hvussu er partvís framvegis gera), ja, so eru nakrir absoluttar, sum definera nakað grundleggjandi um veruleikan, ikki minst í mun til samleika, kropp, kyn og kenslur. Eitt fundament, sum sigur, at menniskjað – likam og sál sum ein heild – er skapt í mynd Guds og hevur eitt óendaligt, íborið virði frá gitnaði til natúrligan deyða. Tað verður mangan funnist at bíbilskum morali, tí hann skal vera so harður og dømandi, men í djúpast sæð er hann bygdur á eina virðing fyri lívfrøðini sum einum samanhangandi parti av persónsmenskuni, um eg kann siga tað so. Hann gevur eitt ríkt og samanhangandi sýni á lívið og tað, sum tað merkir at vera menniskja.

Í postmodernaðu og relativistisku tíðini, sum vit eftirhondini hava livað í í fleiri áratíggju, tykist verða truplari og truplari at hava slíka hugsjón, har ávísir absoluttir normar og moralsk kodeks liggja til grund fyri støðutakan til og um tilveruna. Tí grundleggjandi meginreglurnar í nýggju kyns-ideologiini, sum við m.a. málrættaðum dugnasemi á sosialu miðlunum og góðum stuðli frá altjóða stovnum, akademia, Hollywood, mentanarelituni og stórkapitalinum hevur havt eina nærum óhoyrt skjóta framdrift kring knøttin hesi heilt fáu seinastu árini, byggja í stóran mun á queer/trans-ástøði ella ideologi (á føroyskum nevna tey queer fyri kvir). Ástøði, sum t.d. eisini liggja til grund fyri drag queen-søguløtuni fyri smábørnum í Norðurlandahúsinum sambært lýsingini av tiltakinum á heimasíðu húsins, sum sigur soleiðis: “Tankin er, at børnini bæði kunnu fáa ein forkærleika til bókmentir, fáa jaligar kvir fyrimyndir og læra um ymiskleika.“

Eg havi mangan undrast á, at henda sera radikala queer/trans kyns-ideologiin hevur fingið so stóra undirtøku og fastatøkur á tilveruna hjá so mongum so skjótt, eisini í Føroyum. Tí queer/trans-ástøði brýtur fullkomiliga og grundleggjandi frá siðbundna, kristna fundamentinum, sum bygt hevur verið á. Grundtankin í queer/trans er nevniliga tann, at alt er flótandi, og likam, sinni og sál eru ikki at síggja sum ein heild. Likamið er skilt frá persónsmenskuni og hevur ikki íbornað virðið, sum vit síggja tað í kristnu læruni.

Í einum queer-heimi eru snøgt sagt eingir normar, tá tosað verður um kyn, seksualitet og familju. Og í veruleikanum er lgbtq+ rørslan í grundleggjandi stríði við seg sjálva, tí lgb-parturin í sinum tilverurætti er diametralt ósamdur og ósambæriligur við tq+-partin. Lgb-parturin er nevniliga fullkomiliga tengdur at fatanini, at tað bara eru tvey kyn. Tq+-parturin upploysir alt, sum eitur kyn.

Hesa hugsan síggja vit serliga væl í aktuella ynskinum frá pride-rørsluni um løgfrøðiligt kynsskifti. Persónsmenskan yvirrular likam og  lívfrøði. Hendan ideologiin, fer heilt inn í innastu kjarnuna av tí at vera menniskja við tankanunum um, at alt flýtur, og einki er grundfest. Tað er, sum ein yvirskift í svenska blaðnum, Expressen, segði: “Du velger selv din identitet – gutt eller jente, streit eller homse, kinky eller drag. Og du har alltid angrerett.” (norsk týðing).

Spurningurin er so, hvat vit veruliga vilja sum samfelag, og um fjøldin yvirhøvur hugsar um, hvat ið er hent og fer at henda. Tað, at vit hoyra fólk í fullum álvara tosa um, at tað ber til at skifta kyn, at menn luttaka í kvinnuítrótti og nýta kvinnuligu vesini og skiftirúmini, at smábørn skulu hoyra søgu frá drag-queens, at ung og børn skulu kunna fáa ‘heiligvág’, sum steðgar natúrligu kynsbúningini, at ungfólk fáa fjernað kynsgøgn og at porno møguliga kann vera gott fyri fólk (ein spurningur, sum verður settur á skrá bert nakrar tímar eftir barnatiltakið við drag queen-søguløtuni), ja, tað er ilt at skilja. 

Ynskið hjá fortalarum fyri hesi ideologi er at sleppa inn í skúlarnar og heilt niður í barnagarðsaldur at tosa við børnini um hesi sera viðkvomu, sera persónligu og samstundis djúpt seksuellu og politisku viðurskifti, sum als ikki hoyra heima í einum skúla ella barnagarði – og enn minni í einum barnasinni. Barnablaðið, Strok, sum nærum hvørt einasta mansbarn í skúlanum fær ókeypis, hevur javnan seinnu árini presenterað tilfar, ið heilt týðiliga er merkt av nýggju kyns-ideologiini. Og meðan vit eru við børnini: So seint sum í vikuskiftinum vórðu smábørn sett at ganga fremst í pride-skrúðgonguni í Keypmannahavn, meðan eitt nú trøllvaksnir menn í høghalaðum skóm, strømmum trussum og leðurmasku á høvdinum fylgdu tropp – saman við øllum hugsandi og óhugsandi kynsligum samleikum. Ein viðmerkjari, Sørine Godtfredsen, segði soleiðis um hetta: “Man trækker noget seksuelt og politisk ned over børnene. Hele lgbt+-bevægelsen er gennemsyret af politik og ideologi, og børnene bliver gidsler i det.” Áhugavert var eisini at síggja í einum innslagi á netinum, at danskir topp-politikkarar, sum vóru við í skrúðgonguni, høvdu ilt við at geva eitt greitt svar upp á annars sera einfalda spurningin: “Kan mænd føde børn?” ...og disse regeres vi af, sum tikið verður til.

Tað er heilt greitt og eyðsæð, at avleiðingar av kyns-ideologiini síggjast á øllum økjum, har kyn er ein partur av samanhanginum, og sjálvsagt verður móðurmálið eisini merkt av hesum. Sjálvt her hjá okkum í Føroyum eru orðingar komnar inn í málið, sum vóru fullkomiliga óhugsandi til fyri kortum. Í staðin fyri t.d. at siga ‘kvinna’, so verður sagt ‘persónar við lívmøðrum’ og ‘føðandi fólk’.

Fullkomiliga høpisleyst. Aðrastaðni eru tey komin nógv longri, t.d. í Svøríki, har tey í 2015 tóku kynsneutrala fornavnið, hen, alment í nýtslu. Tað verður nýtt, tá kynið hjá einum persóni er ókent, og tað kann eisini nýtast um tvíkyndar persónar. Og dømini eru óteljandi. Málið verður spakuliga tikið sum gísli, og veruleikin verður skeiklaður inn at tí allarinnasta. Mál og málreglur verða heilt einfalt umskrivað, og nýggj orð og hugtøk verða smíðað, tí siðbunda málið er óinkluderandi og tískil í grundini at meta sum ágangandi.

Fyri at venda aftur til byrjanina við andaktini hjá bispi um talufrælsi, so er tað í míni verð sera væl skilligt, at kjak, ið nerta við ymiskar tættir í hesum ómetaliga álvarsama máli, gerast heit og kanska nakað harðlig. Talan er jú um tveir ógvusligar mótsetningar, sum møtast og takast. Queer/trans-rørslan setur í veruleikanum heiminum, sum vit hava kent hann, ein heilt ómetaliga  grundleggjandi spurning: Taka vit undir við lívfrøðini, at tað eru tvey kyn – kvinna og maður – ella gera vit tað ikki? Ynskja vit at fara longri á leið við læruni, sum sigur, at tú ert tað, tú hugsar, har likam og lívfrøði verða sett til síðis fyri eini óendaligari, fragmenterandi røð av hugsaðum samleikum? Ella áttu vit at hildið okkum til holistisku lívsáskoðanina, sum sigur, at menniskjað – likam og sál sum ein heild – er skapt í mynd Guds og hevur eitt óendaligt, íborið virði frá gitnaði til natúrligan deyða? Mangan – og nærum altíð í kjakum sum hesum – verður sipað til bíbliuversið, sum sigur, at ein skal elska næsta sín, og at tað er kjarnin og stóri tankin í  kristindómi.

Tað, sum sama vers eisini sigur, og sum mangan verður yvirsæð, er, at tú skalt elska næsta tín, sum tú elskar teg sjálvan – allan sum tú ert.

Bárður á Lakjuni, tingmaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo