Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Skúlablaðið: Norska netsíðan ung.no er ein síða, har børn og ung finna upplýsingar og kunnu seta spurningar um fyribyrging, rúsevni, familju og vinir, skúla, harðskap og ágang – og annað. Serfrøðingar eru partur av netsíðuni og tryggja, at allar upplýsingar, sum eru at síggja á síðuni, eru rættar. Netsíðan hevur eisini eina kjatt-tænastu.

Kann veita skjótari hjálp til teirra, sum stríðast
Tá ið granskarar frá Sintef og Universitetinum í Oslo (UiO) arbeiddu við granskingarverkætlanini Social Health Bots, sum hevur til endamáls at finna nýggja talgildar loysnir fyri at hjálpa ungum við mentalum avbjóðingum, fingu teir eitt hugskot: Hvat um tey kundu finna eyðkenni um tunglyndi í tekstum, sum ung skriva? Svarið vísti seg at vera, at tað ber til.

Sambært tølum frá heimsheilsustovninum WHO er tað nevniliga meiri enn 300 milliónir fólk, sum verða rakt av tunglyndi – í øllum heiminum. Arbeiðið, sum Sintef-granskarin gekk á odda fyri, er nú almannakunngjørt í vísindaliga tíðarritinum Neural Computing and Applications.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo