Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Síðsta

Í Føroyum verður skattastigin og onnur krónumørk í skattalóggávuni ikki, sum í øðrum londum, javnaði árliga fyri at sleppa undan sjálvvirkandi hækkingum av skattatrýstinum.

Skattatrýstið í Føroyum, serliga á lág- og miðalinntøkur, er tí økt nógv seinastu árini, uttan at vera samtykt við lóg. Hetta hendir framhaldandi, og fer – um ikki landsstýrið kemur við broytingum fyri ársskiftið - at kosta vanligum løntakara upp móti lítlari vikuløn í øktum skattum í 2024, samanborið við 2022, ið var seinasta árið fyri, at sitandi samgonga tók við valdinum.

Roknidømi um hetta kann setast upp soleiðis: Fyri eina familju við tveimum børnum, har bæði foreldrini í 2022 forvunnu 330.000 kr. um árið, rindaðu hesi í 2022 88.500 kr. í lands- og kommunuskatti hvør, umframt gjøld av ymsum slag. Lønarvøksturin 1. okt. 2022 til 1. okt. 2024 er umleið 8,0 %. Í 2024 koma hesi tí at forvinna tey umleið 8,0 % meira ella 356.400 kr. hvør. Roknast kann út, at við óbroyttum skattamørkum og barnafrádrátti rinda hesi nú 99.500 kr. í skatti hvør, umframt gjøld av ymsum slag. Skjót prosentrokning vísir, at lands- og kommunuskatturin í 2022 var 26,5 % meðan tað í 2024 var 27,9 %. Skattatrýstið á hesa vanliga familju økist sostatt 1,4 prosentstig hesi tvey árini, heilt uttan at løgtingið hevur broytt nakra skattalóg.

Hesi 1,4  % svara til umleið 4.500 kr. meira í goldnum skatti samanborið við, um lands- og kommunuskattatrýstið hevði verið tað sama sum í 2022. Hetta svarar til løn eftir skatt fyri 4,3 arbeiðsdagar hvør, um roknað verður við løn eftir skatt á 233.000 kr. og 220 arbeiðsdøgum í einum ári. Sostatt missur hetta parið eina lítla arbeiðsviku hvør í løn, bara vegna vantandi javning av skattamørkum í 2023 og 2024.

Altso: Bara í fyrru helvt av valskeiði hjá samgongu, sum hevur sett sær fyri at lætta um hjá vanligum løntakarum og familjum við at veita skatta- og avgjaldslættar, enda tey við – um tey ikki koma við neyðugu broytingunum í ár - við at fara heilt hinvegin, og taka upp móti lítla vikuløn frá teimum, sum ætlanin var at hjálpa.

Skattalætti ella javning av skattamørkum?
Sigast skal tó, at bæði løgmaður og landsstýriskvinnan í fíggjarmálum hava meldað út, at samgongan enn arbeiðir við einum skattalætta í ár. Vit fáa at síggja, um tað fer at eydnast, sum ikki eydnaðist at fáa við í fíggjarlógaruppskotið. Tey eiga tó eftir mínum tykki at hugsa um trý viðurskiftir í tí sambandi:

Fyri tað fyrsta, um henda samgongan hvørki eydnast at fremja skattalætta ella javning av skattamørkum, so fer skatturin sum sagt at hækka, serliga hjá lág- og miðalløntum. Lyftir hjá samgonguni um at lætta um hjá hesum bólkum mugu tá mest sannlíkt roknast fyri at vera uppgivin, tá hugsað verður um, at prís- og lønarvøkstur jú eisini fer at verða í aðru helvt av skeiðnum hjá sitandi samgongu.

Fyri tað næsta, um samgonguni eydnast at fáa ein skattalætta í lag, men ikki javning av skattamørkum, so eiga tey at verða tilvitað um, at so fer skattatrýstið at hækka aftur frá 2025 vegna tann prís- og lønarvøkstur, sum tá fer at verða. Tað kann tí skjótt vera, at ein skattalætti verður etin upp av seinni prís- og lønarvøkstri.

Um samgongan kemur á mál við at lata skattalætta uttan at koma á mál við javningini fyri 2024, eiga tey tí at kombinera skattalættan við einari ætlan fyri javning av mørkunum frá 2025 og fram fyri at tryggja, at skatturin ikki økist í seinni árum. Eisini eiga tey at vita, at fyrsti parturin av skattalættanum (8 prosent í hesum døminum) í veruleikanum ikki er ein skattalætti, men ein neyðug javning bara fyri at sleppa undan, at skatturin  hækkar.

Fyri tað triðja, og kanska týdningarmest fyri politikarnar, so tørvast per definisjón ikki fígging á fíggjarlógini til at halda skattatrýst óbroytt, og endamálið við javning av skattamørkum er júst at halda skattatrýstið óbroytt.

Tað merkir sum eitt dømi, at um skatturin hjá einum løngjaldara er 40 prosent í 2023, so er sjálvandi ikki neyðugt at fáa fígging fyri at skatturin skal verða 40 prosent eisini í 2024, sjálvt um tað er prís- og lønarvøkstur í samfelagnum. Tað, sum í veruleikanum hendir í verandi skipan er ístaðin, at økt skattatrýst vegna vantandi javning av skattamørkum verður brúkt sum fígging av politiskt raðfestum útreiðsluøkingum á fíggjarlógini. Tá politikarir tosa um tørv á fígging av tiltøkum á fíggjarlógini er tí skeivt at tosa um tørv at fíggja javning av skattamørkum. Ístaðin eigur politiska skipanin at seta økta skattatrýstið vegna vantandi javning upp sum fígging til politiskt raðfestar útreiðsluøkingar, og meta um, um tær útreiðsluøkingarnar eru nóg gagnligar til, at hægri skattatrýst, serliga á lág- og miðallønt, eigur at  góðtakast.

Javning av skattamørkum vegna vanligan prís- og lønarvøkstur í sjálvum sær eigur hinvegin at verða roknað sum fíggjarliga neutral og uttan kostnað á fíggjarlógina.

Vónandi verður málið loyst
Høg inflasjón og stórar rentuhækkingar hava seinastu tíðina gjørt fíggjarligu umstøðurnar truplari hjá nógvum. Hetta er tó í stóran mun trupulleikar, sum koma úti frá heimi, og ikki kunnu lastast føroyskum politikarum.

Hinvegin, um ikki fæst í lag skipan við javning av skattamørkunum – tey kunnu eisini kalla tað fyri ein skattalætta í 2024 og so javna frá 2025, navnið spillir ongan -, fer hægri skattatrýst at verða trupulleiki omaná trupulleikarnar við inflasjónini og rentuhækkingum. Tann trupulleikan kunnu einans teir flokkar, sum nú sita í samgonga, loysa. Vit fáa at síggja, um tey megna at lyfta ta ábyrgdina.

Terji Petersen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo