Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

RD Group: Sera vælumtókta Tessa verður við til OY Voxbotn 2024, og vænta fyriskiparirnir eitt brak av eini konsert 29.juni.

Theresa Ann Fallesen er navnið handan listafólkanavnið Tessa. Hon er nú ein tónleikari ið hevur vunnið fleiri virðislønir, men leiðina fram til stóra pallin hevur hon sjálv skapað.

Á Instagram vanga sínum byrjaði Tessa at leggja videobrot út, har hon rappaði og vísti fram tekstir, sum hon sjálv hevur skrivað. Hetta førdi við sær, at hon bygdi upp ein fjepparaskarða á alnótini, áðrenn nakar sangur varð útgivin og tá fyrsta staklag hennara kom út, bleiv tað ógvuliga væl móttikið. Hon hevur við tíðini vunnið fleiri virðislønir, ein sjónvarpssending er gjørd um hennara lív - har tey fylgja henni á ferðini frá at vera heimleys til at blíva ein stjørna - og er hon í dag ein av størstu kvinnuligu rapparunum í Danmark nakrantíð.

Ungu árini hjá Tessu vóru ikki altíð so løtt. Hon er blivin illa happað í fólkaskúlanum og bleiv sum tannáringur hópneyðtikin. Hetta førdi við sær ógvuliga avbjóðandi ár fyri ungu gentuna, sum nøkur ár eftir bleiv tikin fyri at stjala og endaði sum heimleys í nærum tvey ár. Júst hesa lívssøguna og hendingarnar hon hevur verið í gjøgnum, letur hon erliga upp fyri í tekstum sínum og er hon blivin kend fyri, at lata áhoyraran hoyra veruleikan uttan nakra fasadu. Orkufyltu framførslur hennara eru eisini eitt eyðkenni og eru fyriskiparirnir tísskil sera spentir uppá at hoyra hana í Vágsbotni, mitt í Havn. Fleiri av løgum hennara hava ligið ovaliga á hittlistum, og munnu tey flestu ungu, duga at rappa við til okkurt lag hennara. Løgini TCM, Ben og Blæstegnen hava verið nógv at hoyrt, eisini í Føroyum.

Frammanundan er greitt, at Justin Jesso, Peter A.G, Tobias Rahim, Gobs og Nick Carter koma á ársins Voxbotn 2024. Hetta verður stórt, ja møguliga størsta Voxbotn nakrantíð. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo