Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. 52-081/2023 eftir § 52 a í tingskipanini frá Kristionnu Winther Poulsen, løgtingskvinnu, um útlendingar á arbeiðsmarknaðinum

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør hevur ábyrgd av, at útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava virðiligar umstøður?

2. Hvussu nógv fólk eru komin til Føroya gjøgnum Fast Track-skipanina, síðani hon kom í gildi?

3. Hvør eigur at syrgja fyri, at útlendingar, sum koma til Føroya við Fast Track-skipanini, fáa neyðug rættindi og kunning og hava atgongd til neyðugar upplýsingar annars?

4. Hvat heldur landsstýrismaðurin um, at fakfeløg fáa ein formligan leiklut í sambandi við eftirlitsvitjanirnar, ið verða gjørdar á arbeiðsplássum, sum eru í Fast Track-skipanini?

5. Metir landsstýrismaðurin, at Fast Track-skipanin virkar á nøktandi hátt fyri allar partar, ella er neyðugt at gera broytingar í skipanini?

Svar:
Til nr. 1

Bæði myndugleikar og arbeiðsgevarar hava ábyrgd av, at útlendingar á føroyska arbeiðsmarknaðinum hava virðiligar umstøður. Í hesum sambandi gera Løgregla, TAKS og Arbeiðs- og brunaeftirlitið eftirlitsátøk saman hvønn ársfjórðing, á umleið 8 virkjum hvørja ferð.

Eftirlitsátøk hava verið síðani á heystið 2019. Øll eftirlitsátøkini í 2023 hava verið, sum ætlað.

Til nr. 2
Fast Track-skipanin kom í gildi tann 18. november 2021. Sambært tølum frá Udlændingestyrelsen hava 1067 útlendingar fingið arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum eftir hesi skipan, 60 í 2021, 635 í 2022 og 372 í 2023.

Talið fyri 2023 er ikki endaligt enn, men broytist neyvan stórvegis.

Til nr. 3
Bæði myndugleikar og arbeiðsgevarar eiga at syrgja fyri, at útlendingar, sum koma til Føroya eftir Fast Track-skipanini, fáa neyðuga kunning um rættindi og hava atgongd til neyðugar upplýsingar annars. Í hesum sambandi er Útlendingastovan, saman við Vinnuhúsinum, í ferð við at gera ein faldara við kunning til útlendingar, sum hava fingið arbeiðsloyvi í Føroyum. Í framhaldi av faldaranum er ætlanin at skipa fyri kunningartiltøkum fyri útlendskar arbeiðstakarar.

Faldarin skal lýsa føroyska samfelagið og kunna um rættindi og skyldur, og at arbeiðstakarin kann koma út fyri at missa arbeiði. Tað eigur at vera greitt, hvør hevur ábyrgdina av, at útlendingurin fer heim aftur, tá hann missur arbeiði, og hvør rindar fyri heimferðina. Hetta eigur í størri mun at vera ábyrgdin hjá arbeiðsgevarum, soleiðis at tað almenna ikki fær eina fíggjarliga byrðu av at hava útvegað arbeiðsgevarum arbeiðsmegi gjøgnum Fast Track-skipanina.

Harumframt hevur útlendingurin eisini sjálvur ábyrgd av at seta seg inn í, hvussu samfelagið er háttað, og hvussu umstøðurnar eru, har viðkomandi ætlar at søkja um arbeiðs- og uppihaldsloyvi.

Til nr. 4
Tey eftirlitsátøk, sum Løgregla, TAKS og Arbeiðs- og brunaeftirlitið gera saman hvønn ársfjórðing, eru myndugleikaátøk, har myndugleikarnir kanna, um viðurskifti, sum eru áløgd við lóg, so sum arbeiðs- og uppihaldsloyvi, løn- og skattaviðurskifti og trygdin á arbeiðsplássunum, eru í lagi.

Fakfeløgini eru hinvegin áhugafeløg, og hava ein annan leiklut enn myndugleikar. Tað kann tí lættliga grugga fatanina hjá útlendsku arbeiðstakarunum, sum ikki kenna okkara samfelagsskipan, hvørji viðurskifti eru áløgd við lóg, og hvørji viðurskifti eru sjálvboðin, um myndugleikar og fakfeløg gera eftirlitsátøk saman.

Fakfeløgini hava, t.d. gjøgnum álitisfólkini á arbeiðsplássunum ella við kunningarátøkum, møguleika fyri at kunna útlendsku arbeiðstakararnar um fakfeløgini og teirra leiklut, og hvat limaskapur í fakfeløgunum gevur rættindi til.

Til nr. 5
Fast Track-skipanin hevur gjørt tað smidligari at fáa útlendska arbeiðsmegi til Føroyar, so á tann hátt er hon væleydnað. Skipanin hevur havt við sær, at nógv fleiri útlendskir arbeiðstakarar eru komnir til landið, eisini fleiri ófaklærd. Nógv av hesum skilja ikki enskt. Upplýsingar eru um, at bústaðarviðurskiftini hjá fleiri útlendskum arbeiðstakarunum ikki eru góð. Hetta er sjálvsagt ikki nøktandi.

Arbeiðs- og brunaeftirlitið upplýsir, at úrslitini av omanfyri nevndu eftirlitsátøkunum, sum Arbeiðs- og brunaeftirlitið ger saman við TAKS og løgregluni eru ymisk, men at tey flestu arbeiðsplássini eru á heilt góðari leið. Hóast hesi eftirlitsátøk verða gjørd, er tó eingin trygd fyri, at átøkini raka akkurát tey arbeiðspláss, har trupulleikar eru.

Møguliga eiga fleiri krøv at setast til arbeiðsgevarar, t.d. um kunning til útlendska arbeiðstakarin á einum máli, sum arbeiðstakarin skilur, og um sømilig bústaðarviðurskifti til útlendskar arbeiðstakarar. Møguliga eigur eftirlitið við Fast Track-skipanini eisini at betrast við at stakroyndir verða tiknar av arbeiðstakarum og arbeiðsgevarum í tíðarskeiðinum millum leingjan av arbeiðsog uppihaldsloyvunum, og við at myndugleikarnir gera enn fleiri eftirlitsátøk. Um hetta skal setast í verk, má orka setast av til hetta.

Bjarni Kárason Petersen
landsstýrismaður í lógarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo