Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tað var ræðandi at hoyra í Breddanum í morgun, at tveir viðmerkjarar søgdu lobbyismuna hava so stórt vald á politisku skipanini, at tað er ivasamt, hvar veruliga politiska valdið í Føroyum liggur.

Lobbyisma er miðvíst at ávirka ella trýsta politikarar at taka avgerðir, sum antin gagna, ella ikki at taka avgerðir, sum kunnu fara at raka tey, sum lobbyistarnir meira og minni opið arbeiða fyri. Og samstundis at ávirka almennu hugsanina og fáa hana í sín part.

Lobbyistarnir eru ofta sera harmir sína og annara vegna um okkurt ella onkra avgerð, sum teir siga fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar – fyri seg, síni starvsfólk, lokalsamfelagið, ja, samfelagið alt.

Tey, sum vilja seta slíkar skaðiligar avgerðir í verk, vera onkuntíð søgd at arbeiða antin í blindum ella virka fyri at styrkja tað almenna, gjalda yvirforbrúk í almenna sektorinum, arbeiða fyri onkran ’priviligeraðan’ (og óproduktivan) bólk av fólki, vilja miðsavnan o.s.fr. Hetta eru fólk, sum ikkii virða ikki fiskimannin, arbeiðandi fólkið og sveittandi stjórar, sum seta ting í verk, verður onkuntið sagt.

Framkomin lobbyisma brúkar nógv vápn: at júka upp í saman við sama boðskapi, at ákæra óheftar stovnar fyri at vera partískar ella vera við í onkrari samansvørjing, alla tíðina koma við ’mótvitan’ og ’-argumentum’ í (ofta læntum) journalistiskum búna ella sum óheft miðling av vísindi ella royndum hjá serfrøðingum, sum stuðla júst boðskapinum hjá lobbyistunum og teimum, sum teir ella tær ella tey umboða. Gott er at kunna seta ’fíggindar’ í ringt ljós ella gera teir til láturs, so at tey, sum ikki vita, hvat tey skulu halda, vita, hvønn tey í hvussu er ikki skulu líta á. Og so hjálpir tað ofta at mála hin versta á veggin. Og tað virkar!

Eg lurtaði í gjár eftir samrøðu í sendingini Vikan við skilamannin Dávur Winther, mentanarleiðara í Klaksvíkarar kommunu, og legði til merkis, at hann kallaði Klaksvíkina ein íverksetarabý, tá ið prátið kom inn á sambandið millum mentanina og vinnuna. Íverksetarar fáa hugskot og seta tey í verk, og ikki sum hitt, sum bara gongur og skavast og einki fær frá hondini. Hann nevndi eisini, hvussu fyrikomandi vinnan var, ja, tað var áðrenn hálvtalað orð, at vinnan kom við pengunum, tá ið mentanarátøk manglaðu fígging. Eg hugsaði mítt!

Nú er einki skeivt í hesum og heldur ikki í royndum at gera politikarum greitt síni sjónarmið t.d. við hoyringum ella beinleiðis ávirkan uttantings. Summi kunnu eitt nú fáa ávirkan, enntá stóra ávirkan, tí at tey hava rætt at kæra myndugleikaavgerðir, royna tær í rættinum o.s.fr.

Men munur er sanniliga á lobbyismu, tí politikarar kunnu í flestu førum frítt taka avgerðir, hóast fleiri hava talað ímóti, tað verið seg eitt nú áhugafeløg, sum (onkuntíð upp á kvamsvís) skulu eitast at vera hoyrd. Ella veikir bólkar, sum ofta hava ringt við at koma til orðanna.

Onnur lobbyisma er av heilt øðrum slag. Hetta er serliga lobbyisma fyri sterk búskaparlig áhugamál. Vit ímynda okkum í hesum sambandi t.d. virki, sum onkuntíð kunnu hava so stóran samfelagsligan týdning, at tey eru í flokki fyri seg. Kanska tey hava so stór avkøst, at tey fyri vinningin kunnu keypa so at siga alt: ognir, miðlar, starvsfólk, lokalsamfelagið, politisku skipanina, og so hava tey so stórt vald, at tey kunnu loyva sær at hótta (og gera hóttanina til veruleika), um politiska skipanin ikki makkar rætt. Eitt nú hótta við at niðurleggja virksemi, selja skip, flyta virksemi í onnur lond, siga starvsfólki upp, seta fram krøv um stórt endurgjald o.s.fr.

Sjálv hava tey onga skyld! Og politiska skipanin kann einki gera, tí tilfeingið er longu avreitt.

Slík støða kann seta politikarar í sera truplar støður, serliga um hesi ikki duga at seta seg í respekt, men lata seg ávirka og alla tíðina lova ’at hyggja upp á málið’ og ’gera tillagingar’, so at ætlað átøk ikki fáa ’óhepnar’ avleiðingar. Og slík lyfti binda. Vit hava sæð fleiri dømi um hetta í seinastuni.

Tað er løgið, at tað almenna megnar at standa ímóti helst rímilgum krøvum hjá sjúkrarøktarfrøðingum, sjálvt um tað sorlar sjúkrahúsverkið, men so skjótt onkur væl gøddur vinnulívsmaður við himmalvendum eygum kærir sína neyð, tá blotna politikarar so nógv, at teir hokna og geva eftir.

Tá verður øgiligur politiskur aktivitetur; víkjast má frá tíðarfreistum, politikarar kunnu ikki úttala seg til miðlarnar um, hvørjar ætlanir teir hava, tí enn er ikki komið á mál. Almenningurin má bara hava tol. Er hetta gjøgnumskygni?

Í øðrum framkomnum londum eru ávís krøv sett til lobbyvirksemi at forða fyri, at tað ikki skal avskepla politisku skipanina. Og har verður regluliga kannað, hvussu slíkt virksemi ávirkar politisku avgerðarskipanina, fyri at sleppa undan ov nógvari korruppsjón.

Nú vit hoyra, hvussu støðan er í Føroyum, var helst rætt, at vit eisini fingu neyvari innlit í lobbyismuna í landinum.

Hvar kemur lobbyisma fyri – opið ella meira óbeinleiðis, hvør er í veruleikanum lobbyistur, hví skulu gevarar av t.d. einum skannara vera ónevndir (bara fyri at nevna eitt dømi), eru journalistar serliga í privatum (viðhvørt alment stuðlaðir), men eisini í almennum miðlum óheftir ella kanska ’betaltir’?

Vónandi vilja vit eisini vera eitt framkomið land.

Erhard Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo