Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hallbera West, stjórnmálafrøðingur, hevur sambært tíðindi í fjølmiðlum sagt við danska kringvarpið, ”at tað kann vera trupult hjá føroysku veljarunum at meta um hvørja støðu ymisku flokkarnir hava til fosturtøku.”

Hon vísti á, at ”tað bara er ein av teimum sjey føroysku flokkunum, ið hevur tikið eina týðiliga støðu til fosturtøku, meðan hinir flokkarnir hava fríttstillað síni valevni, tá ið tað kemur til etisk mál so sum fosturtøku.”

Hóast Hallbera ikki sigur tað, so vita allir føroyingar, at Miðflokkurin er einasti flokkur, sum opið og greitt hevur boðað frá, at flokkurin og øll tingmanning miðfloksins stendur saman ímóti fríari fosturtøku.

Hetta kann ikki sigast um nakran av hinum flokkunum.

Eg havi valt ymiskar flokkar til ymsu valini, men nú er eingin ivi fyri meg longur.

Eg eri ímóti fríari fosturtøku.

Tí velji eg Miðflokkin.

Asta Vágadal Joensen

sjúkrarøktarfrøðingur.

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo