Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Til tykkum, ið fara á sosialar miðlar og gøturnar við palestinensiska flagginum at fordøma rættin hjá jødum at vera til sum fólk og loyst úr jagstran.

Hvar vóru tit, tá muslimska ISIS hálshøgdi tíggjutúsundatals av arabarum í Irak, Libya og Sýria í navninum á islam?

- hví fóru tit ikki á tastaturið og fordømdu yvirgangin og møttu á Vaglinum við tykkara smáborgaraligu friðargongum við kravi um “vápnahvíld”?

Hvar vóru tit, tá ið arabiskir einræðisharrar og yvirgangskroppar myrdu túsundatals av arabarum í Libya og Sýria?

- hví fóru tit ikki á tastaturið og fordømdu yvirgangin og møttu á Vaglinum við tykkara smáborgaraligu friðargongum við kravi um “vápnahvíld”?

Hvar hava tit verið síðsta tíggjuáraskeiðið, tá Saudi Arabia, stuðlað av einum góðum neva av arabiskum londum, blóðgaðu 400.000 yemenar?

Enn havi eg ikki sæð nakran tykkara fara á gøturnar ella skriva á Facebook, hvussu forferdiligt tað er, tíansheldur veittra við yemenska flagginum.

Eg eri óvitandi um, at nakar av tykkum hevur fordømt yvirgangin ella skipað fyri eini sjálvflatterandi gongu við kravi um “vápnahvíld”, meðan hesi lond systematiskt hava slaktað sítt egna fólk.

Ikki eingong ein ússaligur vilji at grunda um eins egnu muru, gerðir og motiv.

Tá miljónir av arabarum verða avlívaðir, siga tit... einki. Men tá nakrir túsund palestinar verða dripnir av jødum, leika tit í sum sjálvfeitur valmási í viðgongutíð.

Tit mótmæla. Tit blíva skít etandi svøk. Tit fara á gøturnar. Tit veittra við palestinska flagginum og dríva á á knappaborðinum ímóti jødum og tí, teir gera. Tit fordøma í eyst og vest. Tit biðja, tit krevja, mestsum lippandi, um “vápnahvíld”.

Hví er tað?

Hví vóru tit so tigandi tá; so larmandi nú?

So, jú, hetta, tit vísa her á sosialum miðlum og evropeiskum stórbýum við, forrestin, alt ov nógvum harðskapshugsandi muslimum, er lallandi antisemitisma.

Heldur enn at fordøma Hamas og tær ósigandi ræðuleikar, ið felagsskapurin framdi 7. oktober, har hann bumbaði bygdir, avhøvdaði ung, neyðtók kvinnur og blakaði børn á bál, hugsavnar føroyska meiningselitan á fb seg um tað, ja, forferdiliga, at offrið svarar aftur. Ella, hesi eru ókey við, at jødar svara aftur. Men "í røttum lutfalli". Boppuskjótarum, hugsi eg. Sikken ein infantil joke!

Og onki av tí, Ísrael hevur gjørt, er uttan fyri altjóða lóg á økinum, siga serkøn, og tá palestinar doyggja, serliga børn, kunnu teir takka sínum pápum fyri hesa lagnu. Eg hoyri, at palestinsk børn og mammur ongastaðni hava at fara; møguliga, men tað er bert tí, at tess pápar og sonevndu menn forða teimum. Her er eingin náði.

Er hetta lætt at loysa, soleiðis við framtíðini í huga? Nei. Og tó, tí gevast palestinar at velja Hamas, ella Hamas etur seg sjálvt upp, tað vil siga strikar sína missión at, eins og Hitler fyri furs árum síðani, týna jødar, er helst ein glotti fyri framman.

Lat okkum enda við honum.

Agga Niclasen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo