Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Eitt ediligt menniskja fór av fold 7. juli og kemur ikki aftur. Kenni ongan heim, sum Petur Slyne ikki er partur av, og kenni ongan uppvøkstur uttan javnan at vera saman við hesum fitta og stuttliga drongi.

Skilti ikki boðini, tá eg frætti tey, og fati tey framvegis ikki.

Vit spældu saman í HB frá fyrsta piltaárinum í 1982, til Petur gavst í bestu deildini í 1996. Fylgdust ár undan ári at kalla sum fótbóltstvíburðar. Hann varð føddur í mars 1971 og eg í januar.

Tá vit vunnu okkara fyrsta steyp, gjørdu vit tað saman. Tá vit vóru okkara fyrstu fótbóltsferð uttanlands, vóru vit saman. Tá vit komu á 1. lið, hendi tað sama mánað sama ár, í juni 1988. Tá eg fyrstu ferð royndi meg í studio, var Petur upptøkumaður. Tí hann hevði tíðliga studio, og hann var maðurin, sum HB bað standa fyri fløguútgávu í 1993.

Hetta var sama ár, sum nýggja HB-húsið varð tikið í nýtslu. Onki var óført í felagnum tá, og hýrurin var einastandandi. ”Rundferðin” sá dagsins ljós ta ferðina. Sjálvur rappaði Petur ein sang á útgávuni. Happy go lucky. Soleiðis var lagið í upptøkuhølunum í Brekkugøtu og seinni Berjabrekku.

Petur var tann besti fótbóltsspælarin í okkara árgangi. Gløggur, tryggur og uppfinnsamur á einum vølli. Róligur, hjartaligur og humoristiskur uttan fyri vøllin. Hansara góðu fótbóltsevnir høvdu við sær, at hann stóð fremstur í raðnum, tá gjørt varð av at senda ungar menn uttanlands á fótbóltsskúla. Á Mallorka var hann eitt hálvt ár. 

Petur var drongurin, eg vildi sparka saman við, tá vit skuldu sparka tveir og tveir undir venjing. Tí hann dugdi. Gav tann størsta íblásturin. Skrúva, sparka ella leggja bóltin. Hann dugdi alt eitt sindur betur.

Tá hann ikki tímdi tað lívið meir, fór hann óttaleysur víðari og dugdi so nógv annað. Og hann eydnaðist betur enn tey flestu. Hann visti, hvat hann vildi, og stýrdi eftir sínum málum. Vikublaðið, Petur & Petur, Voxbotn, Voxpop, Kiss FM, Angus Steakhouse, Wenzel. You name it. Petur tók stigini.

Hann var javnan í mínum huga, og eg gleddist um at síggja, hvussu væl gekst honum. ”Tú ert ein poppari, Petur,” plagdi eg argandi at siga við hann. ”Fólkið vil hava popp,” svaraði hann við sínum blíða smíli, trýsti á start og skapti í eini handavend tvær útvarpsstøðir í einum lágum kjallara undir jørð. Ongin hevði betri sendisignal enn hansara støðir. Tað fekk hann kønar íslendingar at avgreiða.

Hann var tað slagið av íverksetara, sum ikki tímdi at bíða eftir miðlanevndum, sita á kjakfundum og umrøða týdningin av einum fjølbroyttum miðlalandslagi ella gardera seg við einum arsenali av lidnum konseptum, áðrenn hann fór í gongd. Hann trýsti bara á start, og so máttu hini renna aftaná. Framúr góðan ans hevði hann fyri marknaðarføring, estetikki og góðsku, og hann hevði altíð fingurin plantaðan lúkst á nútíðarpulsinum.

Seinnu árini fingu vit fleiri góðar løtur saman í skrivstovufelagsskapi. Eg hevði í 2013 tørv á eini skrivstovu. Ringdi til Petur. Hann hevði júst leigað meginpartin av einum bygningi í Mykinesgøtu. Kom út og hygg, segði hann. Har stóðu vit so í einum tómum bygningi ein dagin, og hann bað meg velja høli. So fluttu vit inn.

Dagarnir vóru ikki keðiligir har saman við honum og fleiri øðrum festligum og ídnum fólkum. Arbeiði, útferðir og veitslur. Altíð var hann á ferð til næsta projektið. ”Gloyp ikki um ov nógv,” segði eg onkuntíð við hann. ”Eg veit,” svaraði hann. Tá hann so hálaði stykkið úr eina løtu, var hann flogin yvir um høv niður á Mallorka, hagar hann ofta flýddi undan føroyskum kulda og myrkri.

”Hetta er lívið,” kundi hann stórsmílandi siga, tá hann hugnaði sær. Síggi hann fyri mær í hitapottinum ella eini djúpari sofu. Hann var lívsnjótari burturav, men samstundis ein avhildin arbeiðshestur, kreatørur og strategur.

Hann kundi eisini vera viðkvæmur. Tók tað onkuntíð tyngri enn aðrir, um vit høvdu tapt í fótbólti. Konfliktir orkaði hann ikki. Flýddi undan kjakum. Bara einaferð kjakaðust vit eina góða løtu. Hann kom næstan ikki yvir tað. ”Vit mugu halda uppat við hasum,” segði hann dagarnar aftaná, hóast tónin allatíðina var góður.

Eg vissaði hann um, at talan var bara um eitt vanligt prát, og at hann ikki hevði sært meg. Hann puffaði og helt seg hava sagt ov nógv. ”Men vit flentu og klemmaðust allatíðina,” royndi eg at siga. Hann bara helt um høvdið. Tí soleiðis var hann. Góður. Mildur sum sólarroðin sjálvur. Vildi ikki togast.   

Góði Petur! Slíkt meiningsloysi átti ikki at verið loyvt, at tú skuldi fara so tíðliga. Tú vart í besta blóma, og alt rundan um teg blómaði av tær. Kreativi flokkurin av fólki, sum evnar til tær nýggju Føroyar, hevur mist tann kanska fremsta íbirtaran av øllum. Tú riggar ikki sum fortíð, tí tú dugdi so væl at skapa okkara nútíð.

Á Voxbotn leitaði eg eftir tær. Vildi sum nýklaktur barrvørður hitta teg á tínum egna konsertdegi. Skemta eina løtu. Sá teg ikki. Hugsaði, at tú kanska væl nøgdur sat við einum kokkteyli ovast uppi á Hotel Tórshavn og eygleiddi mannahavið, meðan Rúni gekk millum fólkini.

Tað vardi meg ikki, at tú vart farin út á Landssjúkrahúsið og seinni á Ríkissjúkrahúsið. Nú er ov seint at ringja. Nú ringja og hittast tínir vinmenn og tosa áhaldandi um teg. Gráta, flenna og minnast mongu løturnar, ið eru rík og vónandi aldrin fjarandi minnir. Ein uggi hevur tað verið farnu dagarnar, at Súsanna og Suni síðstu vikuna vóru hjá tær.

Fátøk orð úr einum skirvisligum penni kunnu ikki lýsa, hvussu nógv tú ert og verður saknaður. Takk fyri alt, góði vinur! Í tínum vøkru børnum, okkara hjørtum og tínum stálsettu avrikum livir tú víðari.

Við djúpastu samkenslu, øll tit, ið stóðu Peturi næst hansara alt ov stutta skeið millum okkum! 

Uni Arge

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo