Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Aftur í ár verður skipað fyri tí vælumtókta festivalinum – Seniorfestivalinum.

Hetta verður, tá Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri  setur festivalin, leygardagin 3. juni frá kl. 15.00.

12 vælumtóktir tónleikabólkar luttaka.

Hesir, sum í fyrstu syfti verða avdúkaðir, eru: Magni Christiansen – Vestmenn – Hans Jacob Hjelm – Døgg Nónsgjógv - Signar í Homrum – Rannvá Vesturklett -  Hallur Joensen - Skálafjarðar sløkkilið, Hanna og Terji.

Fleiri nøvn verða  avdúkað í næstum!

Hendan dagin, har veðrið vónandi verður gott, verður telt sett upp á parkeringsøkinum omanfyri heimið og verður tí økið “bilafrítt” hendan dagin.

Eingin nýtist at ganga svangur, tí møguleiki verður at keypa  ymiskt gott til matna!

Sum orðið sigur, so er festivalurin ætlaður “seniorum” .

- Vit hava ikki sett nakað aldursmark, og siga tað tí soleiðis:, at tey, ið “føla” seg at vera “seniorar” eru vælkomin. Tó skal viðmerkjast, at  festivalurin ikki er ætlaður børnum ella ungum!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo