Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað sum fáur hevði droymt um blívur nú veruleiki: Eftir “tøgn” í gott 20 ár trínur TÓNLIST av Strondum aftur á pall. Hetta verður á Seniorfestivalinum á røktarheimsøkinum í Runavík leygardagin 3. juni, tá festivalurin  fer av bakkastokki..

Tónlist var ein tónleikabólkur av Strondum, sum varð stovnaður í 1979 og var mest aktivur fyrst í 1980-árunum, tó spældi bólkurin av og á alment til 1995. Hann spældi mest føroyskar sjómansrímur og sangir úr Songbók Føroya fólks. Áðrenn jól 1981 útgav bólkurin kasettuband við heitinum “Har bylgjan leikar”. Sølan setti met við 6000 seldum eintøkum.

Fleiri av sangunum gjørdust hitt og vóru ofta at hoyra í útvarpinum.

Tríggir av teim 4, sum tá mannaðu bólkin verða við, nevniliga Andras Danielsen, Poul Jacobsen og Hans Nielsen. Regin Johansen, sum var hin fjórði, andaðist í 1998.

Uttan iva verður hetta “søtur tónleikur” fyri flestu seniorar og verður tað uttan iva eitt super upplivilsi at hoyra/síggja Tónlist og øll hini, sum longu eru kunngjørd, trína á pallin hendan dagin, tá Seniorfestivalurin verður hildin.

Fyrireikararnir

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo