Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Hetta kvøldið í D&V minti Tórbørn Jacobsen borgarstjóri á fjarar veldisdagar á løgtingi, tá fullveldissamgongan 1998-2003 ráddi við Kallsberg løgmanni, Hoydal við fullveldis- og Kartin Hansen við fíggjarmálum.

Minnist, eg eggjaði ein dagin Tórbirni til á tingsins røðarapalli at røða um hansara evni, ‘Feigdargullið’ (danska blokkstuðulin), ið gøllhelt flestu føroyingum við tá 40% av landskassans fíggjarorku.

Vit kubbaðu frá 2002 heili 35% av blokkinum. Síðan hava m.o. fólk í fiski- og alivinnuni og 1000-tals fólk í tænastuvinnuni 3-faldað Føroya útflutningsvirði og BTÚ og tískil minkað blokkstuðulin lutfalsliga úr 40% niður í 10% av fíggjarlógini.

Vit báðir Tórbjørn og Kári P i fíggjarnevndini hildu Háfoss fastari til meirilutan, tá vit einastu ferð nakað fíggjarár eftir 90-kreppuna knekkaðu vakstrarkurvuna eitt nøkk niður í útreiðslum landskassan, úr 150 mió kr miðal vøkstri niður í 90 mió kr.

Ná, men fullveldissamgongan fall undan jólum í 2003, tí Tjóðveldi segði Kallsberg úr løgmanssessinum, tí útflutningsvirðið fall við 800 mió kr av ILA-sjúkuni.

Víðskygdur borgarstjóri
Tórbjørn var (og er enn) fullveldismaður (sosialur, ja) men neyvan sosialistur.

Okkurt bendir á, at hann fór úr tingsessinum, tí at 5 sosialistiskar ‘fínufrúur’ í Hoyvík stýrdu Hoydal (‘ene hane i kurven’), so Tjóðveldi við 6 tingfólkum hevði mist øll síni tingumboð norðan fyri Hórisgøtu, t.e. 70% av føroyskum landøki.

Undirtøkan, Tórbjørn fær frá veljarunum, bendir á, at tey halda hann vera víðskygdan borgarstjóra.

Nú hava starvsfelagar valt hann formann í Føroya Kommunufelag.

Mong fingu samhuga við Tórbirni í D&V framman fyri Føroya størstu náttúruhavn uttan eitt skip fram við 100-tals metrum av tómum bryggjukanti. (‘Ak, hvor forandret’)

Tórbjørn og hansara býráðslimir vóru so víðskygnir at keypa grótið, sum var sprongt upp úr Skopunarfirði, men sum Havnar kommuna bara hevði rúgvað upp í eitt pinku -kirkjubøreyn í haganum hjá Marini Katrinu Frídal á Velbastað.

Tað visiónsleysa Havnar býráð kláraði so dánt at mótmæla grótbilum eftir Ringvegnum til Runavíkar.

Tøkugjald hjá Hoydal og kríggj við russar
Miljónir í mistum inntøkum hjá ídnaðar-, tænastuvirkum og í havnargjaldi er annað gippið í rassin, ið sosialistiska samgongan hjá Hoydal hevur givið Runavíkar kommunu og Eysturoynni.

Nakað væl sova nú limirnir í Heimafriði undir leiðslu av Trinu Eysturoy.

Tey hava eisini vunnið føroyskum vinnulívi ta neis at taka mió kr av inntøku frá føroyskum tænastu- og oljuveitarum við at rudda føroyskar havnir fyri russisk skip. Skipasørir føroyskir keikantar eru úrslit av tí kríggi, ið Hoydal og landstýrið hava ført móti russum (sum teir stuðlaðu, tá Stalin drap 30 mió av russum).

Russar umskipa nú á víðum havi fisk, ið er veiddur í føroyskum sjóøki,.

Norðmenn bunkra nú norska tungolju upp í russisk skip í altjóða sjógvi.

Tað skulu 7 jødar til at lumpa ein norðmann, skemtar onkur.

Men tað tekur helst bara 1 norðmann til at lumpa eina heila føroyska løgtingssamgongu og hennara 9 landstýrisfólk.

Vænta tit fisk frá Norra til at erstatta tað, vit kunnu missa í russiskum sjógvi?

Hetta føroyska sjálvmálið er ein syndarlig søga hjá hesum landstýri.

Hví gera vit ikki móti Ruslandi sum Noreg og ES (Danmark), nú hin KGB-lærdi Putin er dráps- og brotsmaður ímóti mannaættini? Tað hevur kommunisman altíð verið.

Fyrra spark var tøkugjaldið
Fyrra sparkið frá Tjóðveldi í afturpartin á Runavík, Eysturoynni og Føroyum var, tá samgongan eyðrændi føroyska alivinnu fyri upp til 300 mió kr árliga í tøkugjaldi.

Tað merkir upp til 300 færri arbeiðspláss á Bakkafrosti, MOWI og Luna í toppgóðskaðum laksavørum. Fólk í Eystur-, Vág- og Norðoyum verða harðast rakt.

Eisini fiskimenn í Klaksvík, Eysturoy og í Havn kenna snertin av tí veiðigjaldi, kanska 150 mió kr aftrat, ið landstýrið stjelur frá íalt 1000-tals fiskimonnum, ali-verkafólki og tænastuframleiðarum.

Kósin á bakborð er hin sama. Løgmaður lýsti hana væl: Øll tey virði, sum fiski-, ali-, fiskavirkis-, skipasmiju-, tænastu-, framleiðslu-, handils-, ferða- og hotellvinnan skapa til útflutnings og til okkara hækkandi livistøði, skulu “javnast” av høgru yvir á vinstru vágskál.

Marx segði tað so greitt: “Fólk skulu lata eftir evni og njóta eftir tørvi.”

Sosialistiska samgongan avger, hvør skal “lata”, og hvør skal “njóta”.

Í dag siga tey vinstrahallu: “Tað er ikki nokk, at øll hava sama rætt undir somu lógum. Nú skulu summi fáa framíhjárætt til somu úrslit sum onnur uttan mun til innsats.”

Sosialistar keypa sær atkvøður frá passivborgarum fyri pengar frá aktivborgarum.

Sosialistar javna helst gjøgnum lands/statskassan (mest til seg og sínar veljarar).

Sosialisman tekur inntøkurnar frá fólki, ið arbeiða harðast, ístaðin fyri at lata øll, ið virka mest, umsita sum mest av egnum pengum.

Sum við Kartini á sinni
Nú mundi eg gloymt Kartin Hansen....

Politiska neisin hjá Tjóðveldi móti Eysturoynni og Tórbirni minnir okkum á Tjóðveldi móti Kartini á sinni, tá hann segði Tjóðveldi farvæl eftir lívlanga politiska tænastu.

Kartin var gløðandi loysingarmaður, men ikki so sosialistiskur, at tað gjørdi nakað.

Hann var síðsti evangeliskt virkni í Tjóðveldi á tingi og flýddi yvir í Miðflokkin.

Kartin hevði í sínum politiska góðvarni og - ímóti øllum ávarðingum - sitið við floksins róður í LGBTQQIP2SA+ øðini í fullari ferð oman eftir hálkubreytini.

Nú eitur tað altso smb Google: Lesbian, Gay, Bisexual, Queer, Questioning, Intersexual, Pansexual, 2-Spirited, A-Sexual. Fær marxistiski ørskapurin ongan enda?

Nú kastrerar Biden-stjórnin í ‘bláum’ (t.e. Dem-stýrdum statum eisini uttan samtykki foreldra) børn og ung við stuðli frá lærarafeløgum og heilsumyndugleikum.

Ímeðan alvápnar Kommunistkina seg til komandi kríggj móti Vestanlondum.

Ná, men til seinast orkaði sjálvt hin bláoygdi hampamaðurin Kartin ikki longur sín gamla marxistiska flokk - undir sjórænaraflaggi síðan 1948.

Tórbjørn fer um sín ‘dustsins (70) ára’ aldur áðrenn valið í 2026. Tá verður helst ov seint at leypa á aðra skútu.

Nú yvirtaka onnur, fremstur ein politiskur ‘neandertali’ við Marx- skeggi úr tí samseka Javnaðinum, Tjóðveldi saman við ‘pelsfrúunum’ í Hoyvík.

Eitt og hvørt fólk fær ta stjórn, ið tað velur og tí hevur uppiborið.

Akk ája, Aksel, altíð smílandi í undanbrekku. Vinnan rindar kostnaðin av ballinum.

Óli Breckmann

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo