Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Nes kommuna: Nes Sóknar Musikkskúli hevur sett Tóra Restorff Jacobsen í starv sum leiðara fyri musikkskúlan, sum fevnir um Nes og Runavíkar kommunur.

Tóri hevur musikklæraraútbúgving frá Tónlistarskúlanum í Reykjavík og kandidatútbúgving í tónleiki frá Syddansk Musikkonservatorium. Harumframt hevur hann tikið grundleggjandi leiðsluútbúgving og er í holtur við diplomútbúgvingina í leiðslu.

Tóri, sum er 39 ára gamal, hevur drúgvar royndir frá musikkskúlaskipanini í Føroyum, m.a. frá Nes Sóknar Musikkskúla, umframt frá musikkskúlum í Íslandi og Danmark. Tóri hevur sergrein í sello. Hann hevur tó eisini undirvíst í bass, klaver, teori og samanspæli.

Nýggi leiðarin tekur við starvinum 1. desember 2018.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo