Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Tórshavnar Manskór: Eins og hjá øllum hinum kórunum her á landi, gjørdist sangárið 2019/20 hjá Tórshavnar Manskóri eitt heilt serligt ár.

Vanliga arbeiðir kórið fram móti einari várkonsert, sum plagar at vera hildin um mánaðarskiftið mai-juni, men tá vit ikki fingu vant, fór tann konsertin eitt sindur í ommu sína.

Nú hava vit so vant regluliga aftur í eina tíð, og fyri ikki heilt at sleppa tráðnum frá teimum meira vanligu árunum, hava vit gjørt av at hava nakrar konsertir, men í røttu tíðarondini hava vit valt at gera tað øðrvísi í ár.

Tí fer Tórshavnar Manskór á eitt “roadtrip”, sum vit hava valt at kalla tað, og konsertirnar vera allar uttandura.

Roadtrippið verður leygardagin 4. juli, tað vil siga í morgin, og kórið steðgar – og hevur konsert – í trimum støðum. Í Norðragøtu, har Tróndardagur er, verður konsert í gamla býlinginum klokkan 15.30, í Fuglafirði, har Varmakelda er hetta vikuskiftið, verður konsert uttanfyri mentanarhúsið klokkan 17.00, og í Klaksvík, har konsertin verður í miðbýnum klokkan 18.15.

Kórið hevur 12 sangir á skránni, sum er rættiliga fjølbroytt og fevnir um bæði føroyskar, týskar, enskar, íslendskar og ein svenskan sang.

Bjarni Restorff og Kári Bæk eru enn sum áður kórleiðarar hjá Tórshavnar Manskóri, og Bjarni, sum í 1986 var við til at stovna kórið, gleðir seg til konsertirnar.

- Vit eru gleða okkum til túrin, og sjálvandi eisini til konsertirnar, sum eru rættiliga nógv øðrvísi enn tað sum vit vanliga skipa fyri. Konsertirnar eru sum oftast í Havn, men nú fingu vit høvi til at sleppa út um eingjargarðarnar at syngja, og tað gleða vit okkum til, sigur Bjarni Restorff.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo